Bátafestivalur verður aftur á Toftum

- Fyri at gera tiltakið so hugnaligt fyri so mong sum gjørligt, fara vit at skipa fyri alskyns tiltøkum á bryggjuøkinum, bæði fyri børnum og vaksnum, sigur Bátafelagið á Toftum

Bátastevna

Aftur í ár verður skipað fyri bátafestivali á Toftum. Í ár verður festivalurin – ella bátastevnan – sum hon vanliga verður rópt, leygardagin 5. mai.
Festivalurin á Toftum er samstundis “startskotið” til teir mongu festivalarnar av hesum slagi, sum eru um landið, tá ið summarið stundar til.
Hetta er triðju ferð, at Bátafelagið á Toftum, sum ikki hevur so mong ár á baki, bjóðar til stevnu, har Skálafjørðurin og Toftir verða sett í fokus.
Í Oyrunum er bygd nýggj deksbátahavn, sum eisini í fjør vísti seg at roynast væl til slík tiltøk, tá ið bátar úr stórum parti av landinum stevna til bryggju.
Í havnini er rúmligt, og her er eisini landstreymur.
Bátafestivalurin á Toftum verður fyriskipaður á bryggjuøkinum, og tað er eisini her, at gestirnir verða móttiknir, tá ið teir koma í havn – við hornatónleiki, undirhaldi og góðari suppu.
- Vit hava ætlanir um at víðka tiltakið í ár, soleiðis at pláss eisini verður at seta húsvognar, og soleiðis ætla vit eisini at bjóða hesum bólki av frítíðaríðkarum vælkomnum, sigur felagið.
Fyri at gera tiltakið so hugnaligt fyri so mong sum gjørligt, fer felagið eisini at skipa fyri alskyns tiltøkum á bryggjuøkinum, bæði fyri børnum og vaksnum.
Góður matur verður at fáa, og teir tiltiknu grill-búffarnir munnu aftur í ár fara at ganga sum heitt breyð. Pylsuvognur verður eisini opin, umframt at breyð við góðum viðskera verður til keyps.
Um kvøldið verður skipað fyri dansi í tjaldinum, har Countryorkestrið, sum vit
kenna frá undanfarnu festivalum, kemur at spæla.
Toftir er gomul útróðrarbygd, og tað hava altíð verið nógvir bátaeigarar í
bygdini.
- Soleiðis er eisini í dag, og tí hava vit í bátafelagnum í umbúna at útvega felagnum eini felagshøli. Ætlanin er nevniliga, at møguligt yvirskot av tiltakinum skal fara til eitt slíkt endamál, sigur felagið.
Bátafelagið á Toftum sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin á bátastevnuna.