Bót um roknskapurin kemur ov seint

Framyvir fer Skráseting Føroya at útskriva bøtur til nevndarlimir og stjórar, um ársroknskapurin kemur ov seint.

Av teimum 2228 ársroknskapunum, sum vórðu latnir inn í 2008, komi 1224 ov seint. Hetta er meiri enn 50 prosent.

Men nú verða mannagongdirnar broyttar, soleiðis, at nevndarlimir og stjórn í feløgum fáa bøtur, verður ársroknskapurin ikki latin til tíðina. Í ársroknskaparlógini verður greitt frá, hvørjar freistir feløgini hava rætt til, og eisini verða bøtur upp í 3000 kr. nevndar. Um ársroknskapurin ikki kemur inn, verður felagið sent skriftirættinum til tvingilsavtøku, sigur Skrásetingin í tíðindaskrivi.