Bót fyri brent brotsspark

Tað er beiski veruleikin, ið 19-ára gamli Fulham leikarin, Pajtim Kasami, má finna seg í. Fulham venjarin, sum var í Føroyum í summar, valdi eftir Charling Cup dystin millum Fulham og Chelsea, at geva Pajtim Kasami áleið 5000 krónur í bót.

 

Orsøkin er tó ikki, at ungi miðvallarin brendi brotssparkið, men heldur at hann yvirhøvur tók tað. Tí sum skilst á bretskum miðlum, so var meiningin at Orlando Sa skuldi taka sær av einum brotssparki, nú liðskiparin og vanligi brotssparksskjúttin, Danny Murphy, ikki var við.

 

Fulham við Martin Jol á odda vóru í summar í Føroyum og spældu 0-0 javnleik móti NSÍ á Svangaskarði í Evropa League. Tað var kanska gott, at Fulham einki brotsspark fekk í tí dystinum, tí tá var Danny Murphy heldur ikki við.