Búskapurin kann bjarga Bertie

Írland hevur havt stóra búskaparliga framgongd tey seinnu árini, og tað kann tryggja stjórnini hjá Bertie Ahern afturval í dag.

Hví koyra eitt sera vælvirkandi lið til hús?

 

Tað er ein av spurningunum, sum írski forsætisráðharrin, Bertie Ahern, hevur sett veljarunum upp undir tjóðartingsvalið í dag. Hann kann vísa á, at síðani sitandi stjórnin kom til valdið, hevur Írland havt eina so stóra búskaparframgongd sum ongantíð fyrr. Ja, í altjóða fíggjarheiminum verður Írland ofta umrøtt sum "tann keltiski tikarin". Tey seinastu árini hevur vøksturin ikki verið so stórur, men Bertie Ahern kann vísa á, at viðurskiftini hava verið støðug.

 

Andstøðan roynir í sínum lagi at vísa á, at stjórnin hevur brotið síni lyfti á fleiri týðandi økjum innan búskapin og heilsuverkið, og so heldur andstøðan, at tíggju ár við sama stýri er nóg mikið.

 

 

Javnt

 

Meiningakanningar upp undir valið í dag hava víst, at tað verður rættiliga javnt ímillum stjórnarsamgonguna og andstøðuna. Tann stóri stjórnarflokkurin, Fianna Fail, fær sambært kanningunum umleið 41 prosent av atkvøðunum, og tann størsti andstøðuflokkurin, Fina Gael, fær væntandi umleið 27 prosent. Báðir flokkar skulu sostatt hava stuðul frá øðrum flokkum fyri at skipa stjórn. Í løtuni fær stjórin hjá Bertie Ahern stuðul frá tí lítla Demokratiska flokkinum, meðan Arbeiðaraflokkurin hevur lovað at styðja Fina Gael.