Fær spanska stjórnin sína vilja, kunnu bøndurnir í teimum eysturevropeisku londunum, sum eru á veg inn í ES, ikki vænta at fáa sama stuðul sum teirra starvsfelagar í hinum ES-londunum.
Spania tók á nýggjárinum við formansskapinum í ES, og spanski landbúnaðarmálaráðharrin sigur, at eftir hansara tykki eiga tað at ganga fimm ár, frá tí at londini eystan fyri fáa limaskap, til bøndurnir har fáa sama stuðul sum hinir.
Hugskotið hjá spanska landbúnaðarmálaráðharranum er ikki nýtt, tí ES-nevndin hevur sagt tað sama fyrr, men hon hevur tó ikki nevnt nakað áramál.