Símun Absalonsen, sum starvast hjá grannskoðanarvirkinum NUMO, greiddi í kvøld hugtakandi frá um búskaparligu gongdina hjá ymsum skipabólkum frá 1996 fram til 2015 – hetta var kl. 19 í Norðoya Sparikassa. Tiltakið varð skipað sum partur av skránni hjá Føroya Sjómannadegi.
M.a. greiddi Símun frá tølum hjá rækjuskipum, verksmiðjutrolarum, lemma- og partrolarum, línuskipum, og øðrum. Hann vísti á, at samlaða nettosølan hjá pelagiskum skipum, sum í 1996 var 180 mill, stillisliga var økt til 1,4 mia í 2015, har tey seinastu 4-5 árini høvdu verið serliga góð.
Slíkan vøkstur kundu hinir skipabólkarnir ikki vísa á, langt frá tí.
Væl av fólk møtti upp og var eisini var møguleiki hjá fjøldini at seta spurningar ella koma við viðmerkingum, sum vóru nógvir av.
Símun greiddi eisini frá arbeiðssetninginum hjá ráðgevandi bólkinum hjá landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum, sum skal koma við áliti um, hvussu fiskivinnan skal skipast í framtíðini, har m.a. uppboðssøla er ein ræðandi partur hjá mongum.
Kristian Martin Rasmussen, reiðari greiddi frá, at hann og Hanus Hansen vóru spentir og kanska so mikið “býttir”, at teir bjóðaðu upp á pelagiskan fisk, kr. 4,- pr. kg. Í kvøld kemur ein íslendskur bátur at landa makrel í Fuglafirði, hann hevur selt lastina fyri kr. 4,60, so har loypir ikki nógv av, segði Kristian Martin.
Umframt Símun Absalonsen, svaraði eisini Arni Poulsen, sum eisini hevur nógvar royndir innan økið og starvast hjá NUMO, uppá spurningar.
Aftan á tiltakið beyð Norðoya Sparikassi upp á ein góðan drekkamunn, og høvdu fólk nógv at tosa um.