Búskaparliga frælsi má ikki takast frá okkum

Bárður Nielsen, landssýrismaður í fíggjarmálum, fer nú at tosa við danska fíggjarmálaráðharran um ríkisveitingina til Føroya

Ríkisveitingin

- Tá ið ovastu embætismenn í føroyum siga sína meining um ríkisveitingina, er tað sjálvsagt, at danskir politikarar lurtað.
Bárður Nielsen, landsstýrismðaðu í fíggjarmálum, ivast ikki, at tað hevur sett síni spor í donskum politikki, at Hermann Oskarsson, formaður í búskaparráðnum, er av teirri áskoðan, at dabnska ríkisveitingin til Føroya hevur skaðilig árin á føroyska búskapin.
Men hann er kortini fullvísur í, at danskir politikarar hava ikki lurtað so væl, at teir fara at lækka blokkin.
- Eg trúgvi onki uppá, at danskir politikarar einvíst fara at lækka ríkisveitingina til, Føroya av hesum her, sigur Bárður Nielsen.
- Danskir politikarar hava eisini sína áskoðan á blokkin og teir fara ikki at skerja hann einvíst.
Eg vænti, at danskir politikarar taka eina langtíðarmeting av blokkinum, har teir ásanna, at summi ár gongur verri og onnur ár gongur frægari.
Og í løtuni heldur Bárður Nielsen í øllum førum, at ongin vandi er fyri blokkinum.
- Ríkisveitingin skal tryggja, at livistøðið í Føroyum er áleið tað sama, sum livistøðið í Danmark. Í løtuni er livistøðið í føroyum eitt sindur lægri enn tað danska og skulu vit varðveita tær vælferðartænastur, vit hava, verður tað eisini neyðugt at varðveita blokkin, sigur hann.
Men fyri at tryggja sær, at danskir politikarar eisini kenna støðuna hjá landsstýrinum, fer Bárður Nielsen í næstum at tosa við danska fíggjarmálaráðharran um blokkin.
Sum vit greiddu frá í Sosialinum í gjár, skal Bárður Nielsen hava fund við danska starvsbróður sín um rentuna av lánunum hja føroyingum í danska statskassanum.
Men nú fundur er avtalaður kortini, fer Bárður Nielsen eisini at taka spurningin um ríkisveitingina upp við danska topp politikaran.
Og støðan hjá føroyska landsstýrinum er, at verður blokkurin skerdur, fer tað samstundis at merkja, at tað verður neyðugt at skerja onkrar vælferðartænastur í Føroyum og tað væntar hann heldur ikki, at danskir politikarar eru sinnaðir til.

Ketan leyp av
Eitt er, at Bárður Nielsen ikki er samdur í, at blokkurin skaðar føroyskan búskap.
Men ketan hjá landsstýrismanninum leyp heilt av, tá ið hann hoyrdi tað sjónarmiðið, at blokkurin skal regulerast eftir fiskaprísinum.
-Eg kann slett ikki taka undir við, at blokkurin skal regulerast eftir fiskaprísinum, ella eftir onkrum øðrum mátistokki, so at hann hækkar ella lækkar, at eftir um tíðirnar eru vánaligar ella góðar.
- Tað fer at taka tað fíggjarliga frælsi og tað fíggjarligu ábyrgdina frá okkum. Hendir tað, verða tað onnur, sum fult og heilt áseta blokkin og tað taki eg ikki undir við. Og so verða tað samstundis onnur, sum fara at áseta, hvussu tíðirnar í Føroyum skulu vera og, hvørjar vælferðartænastur, vit skulu hava.
-Samstundis er stórur vandi fyri, at tað hevði elvt til ein ábyrgdarleysan føroyskan fíggjarpolitikk.
- Tá verður ábyrgdin fyri einum føstum og skilagóðum fíggjarpolitikki partvís tikin frá okkum, tí tá vit politikarar, at gongur tað illa, ger tað ikki so nógv, tí so hækkar blokkurin bara.
Annars ivast hann ikki í, at allir flokkar í Føroyum eru sinnaðir at føra ein fíggjarpolitikk, sum ber fram ímóti sjálvbjargni.
-Men treytin hjá okkum er, at vit skulu varðveita tað vælferðarstøðið, vit hava. Onkur flokkur er sinnaður at skerja blokkin, hóast tað kostar vælferðartænastur, men tað eru vit grundleggjandi ósamd í.
Tá dámar Bárði Nielsen nógv betri skipanina, sum er, har blokkurin er ein føst upphædd.
- So hava føroyskir politikarar tað at halda seg til og so mugu teir húsast við tí, sum er, sigur hann

Varðveita blokkin
Nú skulu samráðingar aftur verða um blokkin, men Bárður Nielsen sigur, at landsstýrið hevur enn ikki tosað um, hvussu tað føroyska uppleggið til tær samráðingarnar skal vera.
Men hann væntar kortini, at uppleggið fer at vera, at blokkurin skal vera á leið sama støði sum hann er nú.
Tað er ongin, sum tosar um at lækka blokkin. Hinvegin er tað heldur ongin, sum tosar um at hækka blokkin aftur.