Barrack Obama væntar, at støðan í amerikanska búskapinum verður verri enn, áðrenn vend kemur í
-Okkara búskaparstøða fer at versna, so hon verður verri enn, áðrenn tað aftur fer at ganga tann rætta vegin, segði komandi amerikanski forsetin, Barrack Obama, í samrøðu við sjónvarpið NBC gjáranáttina.
Leygardagin segði haqnn, at stjórn hansara fer at gera risastórar íløgur samferðslukervið. Talan er um ta størstu íløguna síðani 1950-árini, tá amerikanska motorvegakervið bleiv bygt, og verkætlanin fer at geva fleiri milliónir arbeiðspláss.
Hinvegin vildi hann ikki siga, hvussu nógvar pengar verkætlanin fer at kosta, og hann vildi heldur ikki geva nakað boð uppá, hvussu stóra hjálp teir illa trongdu húsaeigararnir fáa. Harafturímóti lovaði hann at taka tað neyðuga stigið fyri at hjálpa húsaeigarunum, um núverandi stjórnin ikki ger tað, áðrenn hon fer frá.
-Vit fara at geva sjúklinginum blóð, so viðurskiftini gerast meiri støðug. Tað ber í sær, at vit noyðast at góðtaka hall í landshúsarhaldinum eina tíð, tí tað avgerandi er, at hjálpartiltøkini fáa ferð aftur á búskapin, segði Obama við NBC. Hann nam við støðuna hjá teimum stóru bilverksmiðjunum og segði, at tær eiga at fáa hjálp, men samstundis hartaði hann leiðslurnar á verksmiðjunum fyri at hava sitið hendur í favn alt ov leingi.