Búrtjaldur

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Ring tíðindi eru góð tíðindi. Í vikuni frættist, at tjøldrini, sum tíma at koma til Føroya, eru vorðin færri. Tey eru nú á leið eins nógv og útlendsku ferðafólkini, sum tíma at koma til Føroya.

Tjaldrið, hesin nístandi flogfenaður, er tjóðfuglur okkara. Tí hann rýmir um heystið, tó ikki til Danmarkar.

Best umtókti fuglur í Íslandi er rýpa. Rýpa verður etin á jólum. Gás eigur at verða okkara tjóðfuglur.

Tjóðfuglurin eigur at vera nyttufuglur. Romantikksteik jólaaftan, nei takk.

Men tjaldrið ímyndar frælsið. Og, hvat so? Nær hava føroyingar skoytt um frælsi? Tjaldur í búri.

Árligi 12.mars hevur verið. Dagurin, tá tjøldrini koma til Føroya at venda.

Fyrr kallaðu tey teir stríðsdagar. Hesir dagarnir eina ferð um árið, sum minnilutarnir hava lagt seg á og kalla sínar, 8.mars, 1.mai, 25.apríl. Tey samkyndu hava eisini sín.

Hóast nógv er at stríðast fyri enn, fána røðurnar í somu litbrigdum sum herrópini og krøvini, meðan tjøldrini gorra.

Fólk rýma í staðin fyri at stríðast.

Allir ársins dagar áttu at verið 1.apríl. Ein dagur, prísdagurin, altersodýrtíføroyum dagurin, ein langur leygartunnilsdagur fær tó framvegis føroyingin upp á gøtubyrgingarnar. Hóast tað er ótrygt at fara júst har, upp á tær.

Men, sum sagt, í fyrstani var einki, púrt einki.

Men(n) so komu tveir menn, tó ikki í senn.

Fyrst kom Adam.

Tá hann ikki longur tímdi at reypa einsamallur, vit Edensmenn og alt hatta har, skapti hann Gud, og kallaði hann faðir mín, tí sjálvsálitið var ikki alt ov gott tá. Og eingin HR-mennari var í paradísinum.

So gjørdu teir Evu næstan burtur úr ongum, einum røstum rivi, sigst. Faðir mín bleiv til faðir vár.

Og alt fór á glið og er enn á glíðibreytini, sum er ævig og ongantíð manntóm. Eva, fyrsta kvinnan, uppfann syndina. Tað var tann 8.mars ár 4000 og okkurt fyri føðing hansara, sum tók alla syndina á seg.

Leið okkum í allar freistingar.

Vit manna okkum bara upp so hvørt.

Tað byrjaði sum sagt alt við tveimum monnum, sjálvandi, tveimum skilamonnum, bleytum monnum, skilst, tíverri, hóast annar stingur hógvin fram viðhvørt.

Innast inni eru allir menn bleytir menn. Men, tíbetur, so langt inn røkkur og sleppur eingin. Verði vilji tín, allastaðni.

Eina ferð segði ein kona í reyðum sokkum, at vit menn, vit eru ein hótt rasa.

Paul Watson og hansara menn áttu at vart tykkum í staðin fyri hvalirnar, hóast teir eru intelligentari enn tit.

Hótt rasa, My ass, segði eg. Jú, segði súrsokkurin, tit menn eru í stórum meiriluta, í fongslunum, í kirkjugørðunum, í manntalinum, uppi á Átta.

Ókey, segði eg, og í hagtølunum. Men tað er tí, at vit liva lívið og tað kostar. Vit eta spik, vit drekka brennivín og ikki didduvodka upp á tilboð í Rúsuni. Vit arbeiða heilan dag. Vit eru blóð og sveitti, men eingi tár, takk. Fyrigev onga slíka synd.

We are the champions, vit eru vinnarar. Vit menn eru í meiriluta. Óvitar og gamlir dreingir telja við. Meirilutin ræður. Tað er fólkaræði. Tí ráða menn.

Uttan okkum menn var einki. Tí hvør kom fyrst, maðurin ella eggið?

Gev okkum í dag okkara dagliga steinaldarbreyð.

Frels okkum frá teimum illu.

Vit eiga ikki bara ein stuttan vetrardag, sum er okkara. Men allir dagarnir eru okkara. Uttan okkum var einki, júst sum í fyrstani. Eingin javnstøða var til dømis.

Vit eru her á klettunum. Vit rýma ikki sum kvinnurnar og tjøldrini.

Vit eru A-menn.

Tí okkara er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir.

Vit eru A-menn.

Amen.