Børnini vístu páskatiltaki í Christianskirkjuni stóran áhuga

Nú páskirnar stóðu fyri durum, hava skúlarnir í Klaksvík sett sær fyri at lýsa hesa høgtíð eitt sindur meira ítøkiliga, saman við Christianskirkjuni.

Hósdagin í síðstu viku var forskúlin saman við 1. flokki í Christianskirkjuni, har Hanus Simonsen prestur greiddi frá uppi við altarið og úti í forkirkjuni var ein filmur vístur. Eisini varð sungið hjartaliga og fagurt, so sum barnasangur altíð er.

Fríggjadagin vóru 2. og 3. triði flokkarnir frá Skúlunum á Ziskatrøð og við Ósánna. Óli Olsen lás upp úr líðingarsøguni og Hanus, prestur greiddi hugtakandi frá, hvussu etið varð á Jesu døgum. Eisini um hvussu teir lógu og ótu og um siðir í sambandi við páskirnar. Vaska sær føturnar, smyrja oljur uppá, eta oliven, urtir, (breyðið var osyrga) súrgað breyð, páskalambið og teir fýra ymisku kalikarnar, drukkið varð av, tó at tann eini stóð eftir.

M. a. greiddi Hanus Simonsen prestur frá at jørdarni hildu páskir til minnis um útferðina úr Egyptalandi eftir at teir høvdu verið í trælahaldi í 430 ár. Tá ið Guð sendi hina 10 plaguna yvir Egyptaland, segði hann at teir skuldu svava eitt lamb og smyrja blóðið upp á durastavin, so skuldi deyðseingilin fara framvið, tí eta jødar hetta lamb nú til páskamáltíðina til minnis um tey lomb, ið bjargaðu foredrum teirra.

Jesus sigur sjálvur um seg at hann er páskalambið, eins og hitt lambið bjargaði tí fyrstafødda frá deyða, bjargar Jesus okkum frá undirgangi.

Tað var ein skál við persillu og saltvatni, hetta skuldi minna ísraelsfólk á tárini hjá ísraelsmonnum í Eyptalandi og Jesu líðing.

Síðini varð tað ósurgaði breyði brotið, eins og Jesus breyt breyðið og segði at tað var hansara likma. So tók hann ein kalik og segði, at tað var hansara blóð.

Tað var so kvirt sum til eina vanliga guðstænastu, hóast talan var um hópin av børnum, sum líddu á. Børnini vístu tiltakinum stóran áhuga og høvdu nógv at spyrja um. Og tá ið prestur spurdi tey onkrar spyrningar, dugdu tey eisini væl at svara uppá.

Í fleiri ár hevur verið siðvenja, at skúlarnir hittast í Christianskirkjuni til eina jólaguðstænastu. Tá plagar at verða tikið til hvussu vakurt sangurin gongur og serliga Gleðilig jól, tá ið takið hevur hug at lætta sær á.

Tí kann sigast, at hetta er eitt frálíkt framhald av hesum siði, at páskirnar nú verða tiknar við. Og betri karmar enn, Christianskirkjan til hetta høvið, finnst ikki.

Tá ið tú so eisini hevur ein so vinsælan, skemtiligan og fyrikomandi prest sum Hanus, afturat øllum hinum skilagóðu lærarunum ? ja, so kann eitt slíkt tiltak ikki annað enn eydnast til fullnar.

Góðar páskir

Skrivað og tikið myndir hevur Dávur Winther

Sí fleiri myndir í myndatema.