Børnini skulu vita hvaðani døgurðin kemur

Føroya Landsstýri svarar atfinningunum frá Sea Shepherd um grindadráp

Aftaná at útlendskir miðlar góðtrúnir hava endurgivið tíðindi frá Sea Shepherd um grindadráp, hevur Føroya Landsstýri nú svarað aftur.

 

- Hvalaveiða er ein nátúrligur lutur av lívinum í Føroyum og er eitt týdningarmikið íkast til lívsgrundarlagið hjá føroyingum, verður ein talsmaður fyri føroysku stjórnina endurgivin at siga.

- Alt kjøt, eisini tvøst, krevur at djór verða dripin.

 

Føroya Landsstýri hevur greitt útlendsku miðlunum frá, at føroyska grindadrápið ikki bara er burðardygt, men eisini tryggjar, at Føroyar kunnu vera so sjálvbargnar sum gjørligt. Landsstýrið vísir á, at hvør hvalur gevur fólkinum fleiri hundrað kilo av tvøsti og spiki, føði, sum annars mátti verið innflutt, og tí hevði kostað bæði íbúgvunum og umhvørvinum nakað.

 

Føroya Landsstýri hevur eisini víst á, at av teimum stívliga 800.000 grindahvalunum í norðuratlantshavi, eru eini 100.000 við Føroyar og av teimum drepa føroyingar í miðal 800 um árið.

- Sjálvandi er grindadrápið ein ógvuslig sjón hjá fólki, sum ikki eru von við veiðu ella slátur. Grindadrápið er kortini væl skipað og stýrt, boðar landsstýrið frá.

 

- Djóraverndarlógin, sum eisini umfatar grindadrápið, ásetir, at djór skulu drepast so skjótt og so pínuleyst sum gjørligt. Drápshátturin ger, at hvalurin missir vitið og doyr upp á fá sekund. Vanliga verður øll grindin dripin upp á minni enn 15 minuttir, sigur talsmaðurin fyri Føroya Landsstýrið.

 

Við CNN sigur Føroya Landsstýrið, at tvøstið og spikið er ein virðismettur partur av føroyskum kosti.

- Fongurin verður býttur millum luttakararnar og lokalsamfelagið, í høvuðsheitum uttan at nakar rindar nakað, sigur føroyska stjórnin.

 

Útlendskir miðlar hava gjørt nógv burtur úr, at børn eisini eru til staðar í drápinum og taka lut í uppskeringini.

- Føroysk børn veksa upp við eini inniligari vitan og fatan av sínum nátúrliga umhvørvi. Tí verður tað mett nátúrligt, at tey eisini síggja og skilja, hvaðani maturin á døgverðatallerkinum stavar, skrivar Føroya Landsstýri.