Børnini orkaðu...

Foreldrini sóu nakað lin út eftir longu, rokkandi náttina. Men børnini á G! vóru púra klár til barnatiltakið á spæliplássinum leygardagin.

FRÁSØGN

 

Tiltakið var seinkað, men tey smáu høvdu tað fínt á spæliplássinum í strálandi sólskininum. Pylsur og Sisu hildu lív í teimum, meðan tey bíðaðu eftir Angelu og Hannibali.

Lagið í góðveðrinum var gott, og fólk høvdu hug at fáa sær slang í grasinum. Men tey vaksnu sluppu ikki at vera lin, tí hini á pallinum skumpaðu undir alla tíðina. Hannibal spulaði við vatni, og Jensina Olsen fekk rottað øll børnini saman móti foreldrunum, so tey vórðu togað upp úr grasinum, har tey høvdu sett seg væl til rættis við kaffimunnu og høvuðpínu.

Og so kókaði tað. Heldur enn at fjala seg fyri dropunum hjá Hannibali, runnu ung sum gomul eftir strálunum fyri at svala sær. Og provokasjónirnar hjá Jensinu riggaðu, so hon fekk gomlu gumparnar upp úr grasinum. So fóru teir at sveiggja, gumparnir, í takt við rútmurnar hjá børnunum. Sisu og høvuðpína hvurvu sum døgg fyri bakandi sól. G! hevur veruliga verið heppið við veðrinum. Og lagið á gestunum var hareftir. Eisini á børnunum, sum eiga ein fittan part av G!

Smílið á onkrum barni bliknaði tó, tá ótespiligir orkar knappliga komu tuskandi. Fjallatussarnir komu tysjandi og mundu koyrt manga pylsuna í rangastrúpan. Men so var bara at klemma mammu og babba eitt sindur fastari og annars ógvast og njóta.