Børnini í Klaksvík skulu kannast

Marita Debess Magnussen er í gongd við eina ph.d.-verkætlan, og ætlar hon at kanna mótstøðuføri hjá bakterium á børnum Í tí føroyska samfelagnum er sera lítil vitan um antibiotika-mótstøðuføri hjá bakterium. Antibiotika-mótstøðuførar bakteriur eru í vøkstri runt allan heimin. Hetta hevur havt við sær, at sjúklingar ikki kunnu viðgerast við antibiotika ímóti hesum mótstøðuføru bakterium og tí mugu ígjøgnum eina drúgvari viðgerð.

Í Føroyum finnast eingin tøl fyri hesum, men sammeta vit okkum við grannalondini, so er væl hugsandi, at sama er galdandi í Føroyum. Í Íslandi til dømis, har nógv breiðsporað antibiotika hevur verið nýtt, er trupulleikin viðvíkjandi mótstøðuføri sera umfatandi.

Henda granskingarverkætlanin er av stórum týdningi fyri tað føroyska samfelagið, tí hon fer at geva okkum týdningarmikla vitan um støðuna í antibiotika-mótstøðuførinum í humanum bakterium. Eingin dáta eru skrásett í Føroyum um mótstøðuførið hjá bakterium ímóti antibiotika, og tískil er eingin vitan, hvørt tann medisinska viðgerðin í løtuni er munagóð.

Børn eru berarar av bakteriuni Streptococcus pneumoniae, uttan at henda bakterian er til vanda fyri barnið. Tí er avgjørt at taka royndir - nasaroyndir - av børnum, tá antibiotika-mótstøðuførið skal kannast. Ætlaninin er at kanna børn í Klaksvík. Fyri, at børnini kunnu kannast, skulu foreldrini geva loyvi til, at barn teirra kann taka lut í kanningini. Foreldrini fáa ein seðil frá dagrøktini, ið tey skulu fylla út og lata innaftur til dagrøktina; tey fáa eisini ein faldara, ið greiðir nærri frá kanningini.