Ein ørgrynna av tiltøkum verða á Mentanarvikuni - fyri fólki í øllum aldri, børnum og ungum eins væl og tilkomnum og eldri. Ongum nýtist at keða seg hesar dagarnar, Mentanarvika verður í Runavíkar-økinum Mentanarvikan hevur nakað til øll, bæði børn, ung og eldri. Soleiðis verða børnini heldur ikki gloymd.
Leika og Leiki vitja í Berglon fríggjadagin 2. november klokkan 17 og leygardagin klokkan 15.
Sunnudagin 4. november verður Ársins Barnatiltak í Ítróttarhøllini í Runavík, har Trøllapætur, omman, ommudidd og politistarnir eru við. Ein eldblásari verður eisini við, og Bassi vitjar sjálvsagt við onkrum góðum til børnini.
Tey tilkomnu, sum hava áhuga fyri føroyskum dansi, sleppa eisini upp á gólv fríggjakvøldið 2. november, tá føroyskur dansur verður í Hæddini í Saltangará.
Dansifelagið er sera virkið, og væl av fólki plagar at møta, tá ið dansur er.
Á tónleikaliga økinum verður nógv á skránni.
Mentanarhúsfelagið skipar týskvøldið 30. oktober fyri Jam Session í Blikk Café´ini, og hóskvøldið 1. november er ókeypis konsert og vísusangur við Kára Sverrisson og íslendinginum Þröstur Jóhannesson úr vinarbýnum Ísafirði.
Leygarkvøldið 3. november verður Gospel Praise í Kelduni í Skálafirði, og sama kvøld verður eisini stór konsert við dansi í ítróttarhøllini í Runavík. Bólkarnir, sum verða við til konsertina og dansin, eru Høgni Lisberg, Crawling Blue, Simon Mathew (DK) og Boys in a Band.
Mentanarvikan endar við sangkvøldi í Glyvra kirkju sunnudagin 4. november klokkan 20.