Løgreglan fer í øllum førum at gera sítt, at skúlabørnini koma trygt í skúla - serliga tey sum fara í skúla og frítíðarskúla á fyrsta sinni.
- Vit heita á øll um at vísa størsta varsemi, soleiðis at børnini kunnu ferðast trygg í ferðsluni, sigur løgreglan í eini fráboðan.
Støðan er jú hon, at forskúlabørnini og børnini, sum fara í 1. flokk, eru bæði lítil á vøkstri og óroynd í ferðsluni. Tí er sera umráðandi at koyra við fyriliti.
Í samband við skúlabyrjan verður Politiið til staðar kring skúlarnar og ger kanningar. Politiið ger kanningarnar fyri at minna foreldur og aðrar bilførarar á at fylgja ferðslulógini við skúlarnar.
Serliga verður hugt eftir ferðini, um børnini eru íbundin trygdarbeltið og nýta rætta trygdarútgerð og um førarin sjálvur er íbundin trygdarbeltið.
- Hugt verður eisini eftir, um foreldur og avvarðandi minnast til at ansa líka væl eftir øðrum børnum sum sínum egnu, verður sagt.
(Myndin er úr Danmark, har løgreglan eisini ger tað sama sum í Føroyum)