Børnini fara at eta japanskt

Margarinfabrikkin skipar í dag fyri japanskum borðhaldi, og børnini fara eisini at tendra ljós í virðing fyri japanum, sum eru komnir illa fyri Børnini, sum ganga í Margarinfabrikkini í Havn, fara í dag at hava ein spennandi seinnapart.

Jana Hjalgrimsdóttir Poulsen og Poula Bæk, sum lesa til pedagog, eru í prakktikk á Margarinfabrikkini, og í dag fara tær at hava japanskt borðhald saman við børnunum. Borðhaldið verður í Perluni frá klokan 1.30 til 17.

Tað er kostár, og tær hava á læraraskúlanum seinasta árið havt linjufakini heilsa, kroppur og rørsla og matur og mentan.

Tær fara at borðreiða við ymiskum japanskum mati, m.a. sushi, einum wockrætti, høsnarunga á spjóti, rættinum gyadan, og afturvið fáa tey rís, nudlir, soja og annað, sum hoyrir til japanskan mat. Tað verður sjálvtøkuborð, og sum at fara út at eta.

- Tað er heilt vist, at børnunum fer at dáma matin, tí tá ið tey sleppa at fáa sær sjálv, eta tey mat, sum teimum annars kki plaga at eta ella ikki hava roynt áður, siga tær báðar.

Perlan verður skrýdd, og afturvið matinum fáa børnini at hoyra japanskan tónleik.

Tá ið borðhaldið er av, fara tey at tendra ljós fyri teimum, sum hava tað ringt nú í Japan. Ikki er neyðugt at greiða frá vanlukkuni í Japan, tí børnini vita væl, hvussu støðan er.