Børnini ? Føroya framtíð

Hvussu verður lærdómur barnsins raðfestur í Føroyum í dag?

Sambandsflokkurin sigur greitt í síni stevnuskrá, at útbúgvingarskipanin eigur at verða løgd soleiðis til rættis, at føroyingar fáa best møguliga útbúgving á øllum økjum. Her verður hugsa um bæði barnaskúlan, framhaldsdeildina og víðari útbúgvingar.
Eg meini persónliga, at vit hava eina hampuliga góða skúlaskipan í Føroyum. Sum læraralesandi síggi eg tó, at tað eru sera nógv børn, sum ikki fáa tad frálæru teimum tørvar. Grundin til hetta er fyrst og fremst, at fólkaskúlin ikki fær nógvan pening játtaðan. Tann ov lítla játtanin hevur við sær at

-nógvir skúlaflokkar í landinum eru alt ov stórir ? onkrir hava næstan 30 næmingar. Hetta førir við sær, at hvør næmingar ikki fær ta tíð, id krevst fyri at kunna fáa sum mest burturúr.
-skúlarnir fáa alt ov fáar tímar tillutaðar til næmingar við serligum tørvi. Hetta gongur fyrst og fremt útyvir teir næmingar, sum ikki hava lætt við at læra. Eisini gongur hetta í onkrum førum útyvir restina av flokkinum, av tí at lærarin má brúka meira tíð uppá næmingarnar við serligum tørvi.

-Skúlarnir hava ikki nóg mikið av tímum, til at kunna nøkta tann tørv, sum føroyska fólkaskúlaskipanin krevur. Vit hava mangan hoyrt í fjølmiðlunum, at skúlar verða noyddir at skerja tímatalvuna hjá næmingunum, av tí at teir ikki hava pening til teir kravdu tímarnar. Dømi um hetta er tá Vestmanna skúli valdi at skera burt Føroyskt, rokning og kristni heldur enn evning, tónleik og ítrótt, sum hesar sparingar vanliga ganga útyvir.

-Umstøðurnar hjá skúlunum eru alt ov vánaligar. Flestu skúlastovurnar í landinum uppfylla als ikki landsins reglugerðir, tá talan eru um er um stødd, inniluft, útsúgving, innbúgv v.m. Flestu skúlarnir hava heldur ikki nóg mikið av peningi til bøkur og annað lærutilfar.

Tað er stór skomm og stórt spell at peningur skal vera grundin til, at okkara ungu fáa ikki nøktandi lærdóm tey árini tey nýta í tí føroysku skúlaskipanini. Eg meini, at vit mugu raðfesta skúlan nógv hægri enn vit gera í løtuni. Tað er jú har okkara børn og ungu nema tann lærdóm, sum tey skulu nýta restina av lívinum. Tað er eisini har okkara komandi starvsfólk verða fyrireikað til sína starvstíð.
Tað hevur mangan verði sagt um sunnudagsskúlan, at um Føroyar ynskja at verða avkristnaðar, so skal eingin sunnudagsskúli verða í eitt ættarlið. Eg trúgvi, at tað liggur stórur sannleiki í hesum og trúgvi eg, at hetta eisini eisini kann verða sagt um skúlan. Ynskja vit at minka um vitanini hjá føroya fólki, skulu vit bert forsøma okkara fólkaskúla í nøkur ár.