Tá foreldur fáa krabbamein, ávirkar sjúkan alla familjuna - og ikki minst børnini.
Nú fara tær fyrstu kanningarnar í gongd, sum skulu greina, hvussu krabbamein hjá foreldrum ávirkar heilsuna hjá børnum. Áður eru bara kanningar gjørdar, sum siga, hvussu sálarstøðan hjá børnum verður ávirkað við sjúku hjá foreldrunum.
Í Danmark eru umleið 21.700 børn, har annað av foreldrunum hevur krabbamein, og í 2011 mistu 2.258 børn annað av foreldrunum.
Læknar vita, at børn, sum missa annað av foreldrunum tíðliga, eru í størri vanda fyri angist, tunglyndi og skizofreni sum vaksin. Títtleikin við øðrum fysiskum sjúkum, royking og skilnaði veksur eisini.
Tað er eisini kent, at børn, har annað av foreldrunum hevur krabbamein, kunnu fáa kensluligar trupulleikar, innlæringartrupulleikar og trupulleikar við trivnaði í skúlanum.
Tá tað ræður um, hvussu sjúka hjá foreldrum ávirkar fysisku heilsuna hjá børnum, standa læknarnir á berum botni.
- Her vita vit at kalla einki um, hvørki um vandin hjá børnunum fyri fysiskum trupulleikum veksur, ei heldur um teirra sýn á egna heilsu ávirkast.
Tað sigur læknin og doktarin, Anette Hauskov, ið starvast við universitetið í Keypmannahavn, við Kræftens Bekæmpelse í Danmark.