Børn verri kor enn vaksin

Tórmóður Stórá er depilsleiðari á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Tørvurin á hjálp til sálarsjúk børn er ovurhondsstórur í Føroyum. Men manglandi fígging og starvsfólk, krevja at hjálpin kemur uttanifrá

- Umstøðurnar hjá vaksnum, við sálarsjúku eru betri enn tær hjá børnum, nógv betur, segði Tórmóður Stórá. Støðan er tann, at eingin barna- og ungdómssálarfrøðingur arbeiðir í Føroyum, so eingin hjálp er til børn. Men orsakað av tí, at tørvurin er so stórur, hevur Landssjúkrahúsið síðan 2002 skipað fyri einum samstarvi við danskar læknar. Høvuðsuppgávan hjá hesum er at finna fram til nágreiniligu sjúkuna, ið barnið er rakt av.

Hjálpin, ið er at heinta úr Føroyum, kemur frá einum barnapsykiatriskum toymi, sum er sett saman av tveimum sjúkrarøktarfrøðingum, einum sálarfrøðingi, einum lækna og einum tónleikaterapeuti. Uppgávan hjá hesum er at taka hond um føroyskar sjúklingar og veita stuðul. Toymið er ikki fullfíggjað enn, legði hann afturat. Men tað, ið veruliga tørvur er á, er á einum sálarfrøðingi, sum tekur sær av teimum, ið eru undir 18 ár, tí munurin á barna- og vaksnamannasálarfrøði er sera stórur.


Viðgerð úr Danmark

Serfrøðingarnir vitja í Føroyum í umleið sjey vikur árliga. Hesa tíðina mugu so øll tey børn og ung, ið eru rakt av somikið álvarsamari sálarsjúku til viðgerð. Tað ber illa til at seta seg í samband við læknan uttanfyri hesar sjey vikur, tí viðgerðin er kostnaðarmikil. Landssjúkrahúsið rindar fyri vitjunartíðina, men um neyðugt er at ringja ella á annan hátt seta seg í samband við læknan, má gjaldast fyri eykatíð. Tískil fáa tey, ið eru í viðgerð ikki møguleika fyri hesum, uttan so at talan er um serstøk føri.

Landssjúkrahúsið er eisini í samstarvi við Bispebjerg, sum er eitt av teimum fremstu sjúkrahúsinum í Danmark, tá tosað verður um sálarsjúku. Her verða fólk send til intensiva viðgerð og fáa bestu møguligu hjálpina. Fá verða send hagar, men neyðugt er við tí, til tíðir. Er talan um sjálvmorðshóttanir og destruktivar sálarsjúkur er neyðugt við beinleiðis átreingjandi viðgerð.

Tá tað verður staðfest, at tað er neyðugt at fara niður at fáa hjálp, má man í eina bíðirøð. Orsakað av stóra tørvinum, er bíðirøðin oftast millum tríggjar og seks mánaðir. Sjálvandi alt eftir hvussu álvarsom sjúkan er.


Lukkaða deild

Til ber eisini at vera innlagdur í Føroyum, á sokallaðu »lukkaðu deild«. Mest vaksin eru har, men til ber eisini hjá børnum og ungum at koma í viðgerð. Men uppbýtingin er sera vánalig har, viðgekk Tórmóður Stórá. Í 2007 vóru 15 børn og ung undir 18 ár løgd inn har í sera ymisk tíðarskeið.

Veruliga er tørvur á eini viðgerðarstøð fyri børn og ung.

– Í Føroyum kunnu vit í flestu førum finna fram til, hvør sjúkan er, men ikki veita hjálp, segði hann. Nógv kann gerast ambulant við heilivági, men hetta er ikki altíð rætta loysnin.

- Eisini hevði verið ynskiligt við einum staði, ið hevði virkað sum millumlið millum at verða innlagdur og at vera aftur í gerandisdegnum; munurin er øgiligur, segði hann frá. Tí hevði ein stovnur, ið hevði tikið sær av teimum veiku, verið eitt stórt framstig.


Aðrir møguleikar

Verður barnið staðfest sjúkt, verður ein viðgerðarháttur skotin upp. Hesum stendur barnapsykiatriska toymið fyri. Síðan eiga tey avvarðandi næsta leikin at taka støðu til, hvat hendir.

Í Føroyum eru eisini tvey heim, ið taka børn inn. Men heimini eru ikki fyri sjúk børn, men fyri tey, har foreldrini eru óegnaði. Fyrr vóru hesi heim, Slóðin og Rókin rikin av Almannastovuni, men síðan tey vórðu løgd inn til kommunurnar, eru færri og færri børn har. Tórmóður Stórá metti, at hetta mundi vera, tí krøvini vóru herd, orsakað av meira avmarkaðari fígging.

Hóast tørvurin er har, metti hann tørvin ikki vera nóg stóran, til, at neyðugt er við eini heilari seingjardeild til børn. Men eitt stórt framstig hevði verið at fingið eina betri uppbýting, so børn við sálarsjúkum kundu verið fyri sjálvan, á deildini. Tað besta hevði tó verið at fingið ein føroyskan barna- og ungdómssálarfrøðing.



Samgonguskjalið sigur um psykiatri:

Menningin av sosialpsykiatriini skal halda fram við at útvega fleiri bústaðar- og virknistilboð til sinnisveik. Økispsykiatriin skal verða útbygd, m.a. við økisdeplum kring landið. Barna- og ungdómspsykiatriin skal verða styrkt, m.a. við denti á fyribyrging og leiklutin hjá avvarandi. Sálarsjúklingar skulu varðveita pensjónina eisini eftir 6 mánaða innlegging á Psykiatriska deplinum. Nýggj psykiatrilóg skal verða samtykt og sett í verk.