Í Hvalbiar skúla ganga út við 100 næmingar úr 1. flokki og upp í 9. flokk. Halda næmingar fram eftir 9. flokk, verður hetta seinasta árið gingið á Tvøroyri.
Í Hvalbiar kommunu er eingin stovnur til børn, men kommunan hevur einar fimm dagrøktarmammur, sum ansa børnum í kommununi. Kommunan eigur tó eisini pláss í barnagarðinum á Tvøroyri, og samstarvið ber í sær, at børnini í kommununum báðum hava javnbjóðis rættindi. Fólk kunnu tí velja, um tey vilja hava børnini í dagrøkt í Hvalbiar kommunu ella, um tey vilja koyra børnini í barnagarð í Tvøroyrar kommunu.
Men hevur Hvalbiar kommuna ongan barnagarð, so hevur hon í minsta lagi bygt børnunum eitt rættiligt spælipláss.
Otto West, borgarstjóri, sigur, at spæliplássið verður nógv brúkt, og tað hendir meiri enn so, at børn av stovni í øðrum kommunum koma til Hvalbiar at spæla.
- Jú, vit eru eitt sindur errin av hesum spæliplássinum, og her eru øll hjartaliga vælkomin, sigur hann.
Spæliplássið er ein íløga hjá Hvalbiar kommunu á einar 700.000 krónur.










