Børn skulu sita í trygdarbelti

Eftir summarferiuna hevur politiið regluliga verið úti við skúlar og barnagarðar og kannað, um foreldur, sum tey skulu gera, seta børnini í trygdarbelti í bilunum.

Gjáramorgunin var politiið við Velbastaðvegin í Havn. Har fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri, at børnini sótu leys í bilinum. ´

Í øðrum førinum sótu tvey børn í einum belti, ella annað sat í føvninginum á einum øðrum barni.

Í morgun var politið við barnagarðin og vøggustovuna á Varðagøtu í Havn. Har fekk eingin bilførari klipp.

Politiið ætlar javnan komandi dagarnar at fara út at kanna, um børn sita spent føst í trygdarbelti.