Børn skulu ikki hava fartelefon

Ein nýggj bretsk frágreiðing kemur til ta niðurstøðu, at tað er skeivt at lata børn, sum eru yngri enn átta ár, tosa í fartelefon.
Professarin Sir William Steward, sum hevur skrivað frágreiðingina, viðgongur í samrøðu við Reuter, at hann hevur einki prógv fyri, at tað er heilsuskaði-ligt hjá so smáum børnum at tosa í fartelefon. Men við at lesa tað, sum aðrar kann-ingar hava víst, sigur hann seg vera komnan til ta niðurstøðu, at børn yngri enn átta ár eiga ikki at brúka fartelefon. Sjálvur heldur professarin, at børn eiga ikki at hava fría atgongd til fartelefonir, fyrr enn tey eru 14 ára gomul.
Frágreiðingin hjá professaranum hevur gjørt, at bretska telefyritøka Communic8 hevur tikið eina fartelefon, sum serliga var ætlað børnum, úr handlunum.