Fýra børn millum 10 og 14 ár høvdu stolið ein bil, pakkað sær tráður og høvdu koyrt 900 kilometrar eftir eysturstrondini í Australia, áðrenn myndugleikarnir fingu fatur á teimum aftur.
BBC skrivar, at børnini, sum ikki øll vóru í familju, høvdu stolið bilin frá foreldrunum at einum av børnunum, og høvdu síðani lagt ein seðil eftir til foreldrini, áðrenn tey fóru avstað.
Vakmyndatól á einari bensinstøð hevði tikið myndir av børnunum, tá tey komu inn á støðina at stjæla bensin. Dagin eftir hevði løgreglan fingið eygað á bilin, og koyrdi aftaná.
Tá løgreglan varnaðist, at førarin kanska var blaðungur, varð hildið uppat at koyra aftaná fyri ikki at gera støðuna vandamiklari.
Seinni bar løgreglan eyga við bilin aftur, og eftir at børnini læstu seg inni í bilinum, mátti løgreglan brúka knippil at bróta ein rút í bilinum fyri at fáa tey út.
Løgreglan í Queensland í Australia hevur boðað frá, at ákærur verða reistar, men vil ikki greiða frá ákærunum.
[Rættað: 16/07, 08:00]









