Børn kappast um at tekna tubbaksfrían dag

Tann 31. mai í ár er altjóða tubbaksfríur dagur dagur hildin og í hesum sambandi skipar Fólkaheilsuráðið fyri teknikapping ímillum børn. Evnið fyri tubbaksfría dagin í ár er samstarv í øllum heiminum um at fólk ikki skulu roykja og teknikappingin er fyri børn í trimum aldursbólkum. Ein kapping er fyri børn undir sjey ár, ein er fyri børn frá sjey til 10 ár og ein er fyri børn í aldrinum frá 11 til 14 ár.

Ein vinnari verður kosin í hvørjum aldursbólki, og hvør vinnari fær 500 krónur í virðisløn.

Tekningarnar skulu vera 10x10 sentimetrar stórar og hvørki meir ella minni og boðskapurin í teimum skal vera at eggja roykjarum til at halda upp at roykja ella at halda ungum frá at fara at roykja.

Onur evni eru: Hvussu kann allur heimurin arbeiða saman um at gerast roykfríur.

- Hvussu kunnu børn og ung siga ?nei? til sigarettir.

- Passiv royking rakar tey, ið ikki roykja.

- Tað er ?kul? ikki at roykja.

- Royking er heilsuskaðilig.

- At keypa sigarettir eru burturspiltir pengar

Tekningarnar skulu vera Fólkaheilsuráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. mai á miðdegi og besta myndin í hvørjum bólki verður prentað í bløðunum fyrst í juni mánaði.

Tað verður John Johannessen, landsstýrismaður, í heilsumálum, sum handar virðislønirnar á Torginum í SMS leygardagin 28. mai klokkan 13.