Børn fylgdu fletting á Krás

Fyrrapartin hósdagin vitjaðu átta børn úr barnagarðinum á Svangaskarði á Toftum sláturvirkið hjá Krás í Hósvík, sum hevur flett fleiri hundrað seyðir í heyst.

Fýra starvsfólk úr barnagarðinum vóru saman við børnunum, sum vóru rættiliga hugtikin av flettingini, tó at summi kanska vóru eitt sindur ovfarin av at síggja, hvussu fletting í veruleikanum fer fram.

Tað eru jú ikki øll børn, sum hava sæð, hvussu flett verður, tó at tey helst nógvar ferðir hava etið ymiskar kjøtvørur.

Orsøkin til, at barnagarðurin valdi at vitja eitt sláturvirki, er, at hetta er sonevndi skúlabólkurin við børnum, sum eru 5 og 6 ára gomul, og nú heystið er fyri, og flett verður kring landið, hava tey í barnagarðinum fingið ymiskt at vita um, hvat heystið inniber.

Í barnagarðinum hava tey eitt nú klipt seyðir úr pappi og hava límað seyðaull á klippini, soleiðis at børnini fáa eitt ávíst innlit í hesa árstíðina.

Børn og starvsfólk sóu eisini annað virksemi, sum Krás í Hósvík hevur, og tað var dagligi leiðarin á virkinum, Alberg Gaardlykke, sum greiddi frá og vísti teimum virkið.

Tá barnagarðurin á Svangaskarði fór heimaftur, vóru tey samd um, at vitjanin á Krás hevði verið eitt upplivilsi.