Børn byggja robottar

Genius Green Team, ið er liðnavnið hjá sjeynda flokki á Eiði, skal luttaka í FIRST LEGO League. Tey hava góðar vónir til ástøðisligu uppgávuna, meðan robotturin er teirra veika øki. Lærarin metir tó, at hetta hevur verið ein góð læra hjá børnunum

Tú stendur á gólvinum í einum myrkum rúmi har Frankenstein hevði kent seg væl. Á gólvinum stendur eisini eitt borð, ið hevði verið sera hóskandi til at gera eitt ódjór sum tað hjá Frankenstein. Allar hugsanirnar eru partvís rættar, tí lív kann koma á borðið við eini kontakt. Á borðinum stendur ein robottur. Børn hava bygt hann og tey eru fyri stuttum farin heim.

Tá tú tendrar ljósið sært tú, at hetta er eitt kjallararúm. Hann er undir skúlanum á Eiði, og tilevning hevur hildið til har fyrr. Men seinastu mánaðirnar er rúmið nýtt at geva lív. At geva robottinum lív, ið skal til sína størstu avbjóðing í morgin. Tó hevur robotturin enn nakrar trupulleikar. Hann dugir nevniliga ikki ordiliga at venda, so tað kann geva honum trupulleikar til stóru avbjóðingina, har hann skal loysa eina rúgvu av uppgávum.


Genius Green Team

Sjeyndi flokkur á Eiði hevur seinastu mánaðirnar arbeitt við FIRST LEGO League. Flokkurin kallar seg Genius Green Team og níggju eru á liðnum. Fýra dreingir og fimm gentur.

Sambært lærara teirra er hetta ein strævin og sera gevandi tilgongd.

- Vit komu rættiliga seint í gongd, men børnini hava verið ófør. Vit hava sæð, at nógv av børnunum, ið ikki vanliga klára seg so væl, veruliga hava klára seg væl. Kreativitetur og gott handalag hava blomstrað, sigur Beinta Jacobsen, ið er lærarin hjá flokkinum í samband við FIRST LEGO League.


Ódnir

Evnið til ástøðiligu uppgávuna er veðurlagsbroytingar. Børnini á Eiði hava valt evnið ódnir, og arbeitt eitt sindur við teimum.

- Børnini hava funnið hagtøl fram, tosað við fólk um jólaódnina og verið niðri á Møl fyri at kanna hvussu tað var, tá ódn var og vegurin yvir um Mølina fór. Eisini hava tey kannað yvirflóðir og gjørt model av, hvat hendir á Eiði, um tað skuldi floymt inn av Mølini. Hetta hava tey samanborið við Danmark og meta loysnina vera verjugarðar, greiðir Beinta Jacobsen frá.


Koyri á

Seinasti parturin av kappingini er at gera eina framløgu av arbeiðinum hjá liðnum. Í hesum sambandi hava børnini á Eiði verið úti í Nólsoy, har tey hava spælt eitt lag inn.

- Vit hava havt samband við Terja Rasmussen, ið hevur hjálpt okkum við sanginum. Lagið er »Koyri, koyri á«, sum er heitið á einum EB/Streymssangi, men orðini eru broytt, fortelur Beinta Jacobsen.


Vilja vinna

Tað er onki dulsmál, at eiðisbørn vilja vinna FIRST LEGO League, men høvuðsorsøkin er hvørki heiður ella æra.

- Eg hopi vit vinna, tí so sleppa vit frá at hava vanliga skúlagongd og skúlating, hevur ein limur í Genius Green Team nevniliga sagt. So tað er líkt til, at børnini hava sera stóran gleði av kappingini.

So er bara at vón, at onki Frankenstein ódjór verður at síggja, tá stóra kappingin byrjar í morgin.