Búrmáltíð upp á 5-6 tímar

Jákup Mørk, ítróttarskrivari á Sosialinum:

1. Heldur tú sjálvur, at tú ert húsligur?
? Nei, ikki serliga. Eg vaski gólv av og á og okkurt annað smávegis. Men mær dámar ikki at rudda, men væl at gera mat.

2. Hvat fyri uppvaskisápu nýta tit heima?
? Kemilux sitrónuppvask, og onnur uppvaskibustin er hvít, og hin er reyð.

3. Hvussu ofta gert tú døgurða um vikuna?
? Tað er ymiskt. Alt eftir nær eg eri heima, men mær dámar væl at gera mat. Tað er bara ikki so ofta, at tíð er til tað.

4. Hvussu longi kókar tú eplir?
? 35 minuttir, men tað veldst sjálvandi um tey eru stór ella lítil. Tey størru fáa eitt sindur longri tíð.

5. Og egg?
? Tá eg kóki egg, vil eg hava tey hartkókað, so tey fáa ríkiligt. Men annars dámar mær best spejlegg, og tá skal blomman vera bleyt.

6. Hvørja húsarhaldsplikt dámar tær minst at gera?
? At rudda upp inni í kamarinum, so tað geri eg ongantíð.

7. Og hvørja dámar tær so best?
? Um matgerð er ein húsarhaldsplikt, so dámar mær best hana. Og annars at skrúva tónleik hart frá og so fara at vaska gólv. Tað allarbesta er tó, tá ein nýtir einar 5-6 tímar at gera ein góðan døgurða.

8. Hvørjum borðreiðir tú við, tá tú hevur gjørt okkurt serstakliga leskiligt?
? Tá gevi eg tí allan armin. Kanska ein fiskaforrætt ella rækjur. Onkra lekra steik ella villinidjór til høvuðsrætt og so onkra lekra dessert omaná. Og hon er ongantíð tann sama.