Eins og í Danmark, so lógu gøturnar í Føroyum nærum manntómar, tá danska sendirøðin Matador kom á sjónvarpsrútin.
Danski filmstjórin, Erik Balling, stóð aftan fyri sjónvarpsrøðina, ið Lise Nørgaard átti hugskotið til og skrivaði handritið til.
Snúði seg um Danmark fyri eini 50 árum síðani, ella meira ? frá 1929 til 1947. Danmark undir týskum valdi, og tíðina um tað mundið.
Men fá munnu í dag hugsa um, hvar bilarnir, ellisakførini, ið nýtt vóru í røðini, eru.
Tað er Børge Kå, ið eigur bilarnar. Børge Kå er í Danmark kendur sum ein einari. Og tað er hann óivað eisini. Hann trívist, har hann er, og sjálvur kallar seg psyko-mystikara, har hann situr millum gamalt jarn, bilar, ovurstórar kaffikannur, súkklur og mangt annað, ið mong óivað vilja vera við er burturkast
Stokt egg á tekjuni
Børge Kå er ein einari. Hann leggur ikki í, hvat onnur halda. Hann hevur tað fínt, har hann er. Er ein í danska høvuðsstaðnum og leggur leiðina norðureftir, so kemur ein at enda til eitt stað, nevnt Udsholt. Á donskum tungumáli lættliga misskilt við udsolgt, ið kann hava skemtiligar miskiljingar við sær.
Í Udsholt húsast Børge. Nærkast ein húsum hansara, so er tað fyrsta ein sær, eitt ovurstórt stokt egg á húsatekjuni. Kemur ein nærri, so eru ovurstórar te- og kaffikannur í túninum. Ymiskir aðrir lutir eru eisini í havanum, ið ikki hevur rúm fyri so nógum grønum plantum. Har er hin ovurstóra boðsúkklan, stólurin, fótbólturin og vatnkannan, sum ein kann sita á ?tekjuni? á og njóta eitthvørt gott í góðveðrinum.
Henda dag vit vitja, er Børge ikki inni, men er á veg heim. Hava játtað at hjálpa einum felags vinmanni við onkrum her hjá Børga.
Børge kemur tó seinni, og ikki gongur long tíð, so sita vit úti á sokallaðu altanuni og njóta góðveðrið og fáa eitt prát. Børge hevur tveir synir, hava vit frætt. Fyri at teir skulu vera millum tey, ið hava stytst nøvn í ríkinum, so hava teir stutt nøvn (Ib og Bo, ella okkurt sovorðið). Setur ein hetta við eftirnavninum Kå, so er hetta skjótt at skriva.
Børge livir av at leiga sínar ovurstóru kannur, súkklur og annað út til ymisk lýsingartiltøk. Serliga minnist hann súkkluna og eina skemtisøgu.
Á sera høgu boðsúkkluni stendur: Højrøvet bydreng med lange ben søges. Sigast skal, at hjólhesturin er um 4 ella 5 metur høgur.
Matador til nýgift
Tað, ið Børge tó fæst mest við, umframt at putla við líkt og ólíkt, er at koyra nýgift pør í ellisakfari. Børge eigur nevniliga fleiri ellisakfør. Og millum teirra eru bilar, ið vórðu nýttir í sjónvarpsrøðini Matador.
Men nú standa hesir bilar so fínir hjá Børge. Fíni bilurin hjá Skjern, ella var tað Varnæs, stendur so spelkin við einum skilti á afturendanum, har tað stendur »Nygift«.
Bilurin, sum Susse Vold koyrdi í, er eisini at finna. Hon leikti elskarinna og nútímans dáma og koyrdi í opnum bili.
Jú, her eru teir, matadorbilarnir. Og ikki sørt, at ein kennir seg væl, tá ein setir seg inn í teir. Hetta eru ellisakfør av rætta slagnum!
Vendir alt á høvdið
? Eg er psykomystikari, sigur Børge, meðan vit sita á altanuni, sum í veruleikanum er inngongdin til loftið, har hann heldur til.
? Eg leggi ikki í, hvat onnur takast við. Eg geri tað, eg vil, uttan mun til, hvat onnur siga. Haldi eg meg kunna fáa okkurt nýtiligt ella skemtiligt burturúr onkrum, ja so taki eg tað fegin, um onnur so halda hetta verða nyttuleyst, sigur Børge, ið ger sum honum lystir.
Og skal rætt verða rætt, so er óivað mangt í garðium hjá Børga, ið mong onnur ikki høvdu valt at kalla annað enn burturkast.
Bukka undir loftinum
Men at trína innar í garðin hjá Børga, har stóra høllin eisini stendur, er sum at koma í aðra verð. Høllin var einaferð dansistova, forsamlingshús, har tey ungu royndu so mangt á fyrsta sinni. Í dag er hetta eisini ein verð, har alt verður vent á høvdið.
Tað, ein undrast mest á, eftir at hava sæð flotta Ford T bilin er, at ein bukka hongur undir loftinum. Hyggur ein nærri, so sæst, at har er so mangt annað. Framman fyri bukkuna er eitt par av skóm. Eitt sindur frá eitt vældekkað borð. Ein fullkomin verð hongur undir loftinum, so ein nærum fer at ivast í, um ein sjálvur vendir rætt.
Kanska hava ikki so mong hugsað aftur um bilarnar, men heldur um sjónleikararnar í Matador, sum jú ikki allir eru á foldum longur. Men ellisakførini eru. Her, í øðrum heimi, standa teir, bilarnir frá Matador, sum hugtóku okkum, saman við sjónleikarunum.
Í dag koyra nýgift í bilunum, sum vit hildu vera bilin hjá bankastjóranum í Korsbæk. Hann líkasum hoyrdi honum til. Millum framtíðarætlanirnar hjá Børge er at umbyggja nýkeypta líkvognin um til ein av hesum hestavognunum til ferðafólk, sum vit kenna frá covboyfilmum. Hvussu hetta skal gerast, hevur Børge eina greiða mynd av, tó bert í huganum, men at tað ber til, ivast hann ikki í. Hann hevur so managn prógvað, at tað ógjørliga ber til.
Vit vilja hava eina mynd av Børge, og tað er eisini skjótt, at tað er avgreitt. Børge setur skógvarnar frá sær og leggur seg á knæ á teir. So hann líkist einum dvørgi. Soleiðis síggja kannurnar størri út, heldur hann, meðan myndatakarin hugsar, at kannurnar eru ovurstórar, hóast hetta.
Skuldi tað hent, at lesarin sær eina lýsing, har eitthvørt ovurstórt kemur fyri, so er als ikki óhugsandi, at Børge Kå hevur ein fingur við í spælinum?