Báran snýtti Firvald á Trongisvágsfirði

Tað gekk ikki júst soleiðis, sum tey á Tvøroyri høvdu vónað og kanska roknað við, tá ið fyrsti FM kappróðurin var í fínu líkindum á Jóansøku.

Firvaldur róði í heimasjógvi, og eftir eitt sindur trilvandi startspurt legði Firvaldur seg á odda. Leingi sá tað út til, at tað skuldi verða Firvaldur, sum fór at vinna.

Men á síðstu gott og væl tvey hundrað metrunum gekk Báran ógvuliga væl. Báran róði undir landi og lá langt frá hinum bátunum.

Í endaspurtinum var Báran drúgvast. Báran er bátur hjá teimum í Hvalvík, men í ár er hann mannaður í Vestmanna. Hetta var fyrsta ferðin, at Báran vann í ár. Í undanfarnu róðrunum hevur tað ikki eydnast Báruni at fingið nakað stig!

 

Úrslit

1 Báran 05:04.11

2 Firvaldur 05:05.13

3 Jallurin 05:06.15

4 Sílið 05:08.24

5 Havfrúgvin 05:14.01

6 Hvassi 05:15.11

7 Falkur 05:19.07

8 Junkarin 05:29.10

9 Katla 05:43.23

 

 

1 Jallurin 25

2 Firvaldur 24

3 Sílið 17

 

4 Hvassi 13

5 Havfrúgvin 11

6 Falkur 9

7 Báran 7

8 Kollur 3

9 Junkarin 1

10 Katla 1