Í dag fekk Bárður Oskarsson handaða barnabókavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókina "Ein hundur, ein ketta og ein mús". Aftrat heiðrinum fær Bárður Oskarsson 60.000 krónur.
Í grundgevingunum fyri avgerðini verður millum annað staðfest, at aftrat sínum eyðsýndu dygdum, er bókin eisini nýskapandi í norðurlendskum barnabókaskaldskapi - bæði hvat viðvíkur teksti og tekningum.
Bárður Oskarsson hevur sjálvur skrivað og myndprýtt bókina, og sum heitið á bókini eisini boðar frá, so snýr bókin seg um ein hund, ein kettu og eina mús.
Dómsnevndin sigur í grundgevingum sínum, at søgan er einkul og gjøgnumførd, og tekningarnar eru einklar men fullar av stuttligum detaljum.
Dómsnevnd Útnorðurráðsins sigur, at talan er um eina barnavinarliga uppgerð við tann dupultmoralska korrektleikan, sum merkir tey nýtímans heim, ið skýggja ósemjur.
Stórur heiður
Bárður Oskarsson er búsitandi í Danmark, men er í Føroyum í løtuni. Hann er errin um at fáa hesa virðislønina.
- Hetta er ein stórur heiður, og við hesum eri eg nú komin í eitt fínt selskap, segði Bárður Oskarsson, tá Sosialurin fekk orðið á hann í dag, og sipaði til, at áður hava Andri Snær Magnason, Kristín Steinsdóttir og Halla Sólveig Þorgeirsdóttir fingið sama heiður, sum hann nú hevur fingið.
Sambært dómsnevndini hjá Útnorðurráðnum, hevur Bárður Oskarsson megnað at vent tiltikna stríðnum millum hundin og kettuna, og kettuna og músina á høvdið.
- Við tað, at eg havi brúkt hesar tríggjar figurarnar, eri eg sloppin undan fortelja so nógv, ið onnur longu hava fortalt framman undan. Harvið havi eg kunna latið søguna arbeitt fyri sær sjálvari, og tað er helst ein partur av orsøkunum til, at so nógv dáma bókina, sigur Bárður Oskarsson.
Meiri í umbúna
"Ein hundur, ein ketta og ein mús" er veruliga ein bók, sum er fallin í góða jørð nógva staðni. Hon er umsett til bæði franskt og íslendskt, og á bókamessu í Italia í fjør vakti bókin eisini stóran ans. Bárður Oskarsson heldur, at heiðurin hann nú hevur fingið, kann brúkast til at føra bókina fram aðrastaðni eisini.
Men hóast bókin er so vælumtókt, so hevur Bárður Oskarsson ikki í hyggju at gera eina uppfylgjandi bók til "Ein hundur, ein ketta og ein mús".
- Tað er ikki ætlanin at gera nakra uppfylging til bókina, men har er ymiskt annað ávegis, og helst skuldi okkurt komið út eina ferð í mars, sigur Bárður Oskarsson, sum í fjør eisini fekk handaðar 60.000 krónur, sum gávugóðs úr grunni Thorvalds Poulsen fyri júst hesa bókina, og hinar hann hevur myndprýtt.