Bárður Olsen: Hetta var ein fantastiskur dagur (FM1)

(FM1) Hoyr Knút Johannesen, heimildarmann, Bárð Olsen, liðskipara hjá AB og Pætur Dam Jacobsen, liðskipara hjá Skála lýsa sigurin hjá AB á Skála

##med2##

AB vann sín fyrsta sigur í betrideildini síðani 17. mars, tá teir á útivølli undir Mýruhjalla á Skála vunnu 1-0 við sigursmáli ungi áleyparin, FIlip í Liða skoraði í 93. minutti.

Heimildarmaðurin hjá FM1, Knút Johannesen heldur, at talan var um ein illa spældan dyst, har verjurnar spældu ein sera stóran leiklut.

- Hetta er ein fantastiskur dagur. Endiliga vunnu vit. Hetta var tað vit komu eftir. Orðini eigur ein fegin liðskipari hjá AB, Bárður Olsen. Bárður Olsen heldur, at AB spældi betri fótbólt enn Skála í dag, og hann torir at koyra dystin undir kategoriina "uppiborið". Sigurin kemur sera væl við hjá argjamonnum, ið nú bert eru eitt stig frá áttanda plássinum.

Liðskiparin hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen ásannar, at tá ein ikki fær meiri burturúr sínum støðum, so kann tað henda, at ein verður revsaður. Tað var júst tað sum hendi á Skála í dag.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við Knút Johannesen, Bárð Olsen og Pætur Dam Jacobsen á FM1 fyrr í kvøld. 

(Samrøður: Knút Johannesen, Bárður Olsen og Pætur Dam Jacobsen)