Bárður og Marienlyst stremba aftur eftir oddinum (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Bárð Bendix Mikkelsen, venjara hjá Marienlyst í bestu donsku flogbóltsdeildini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Bárð Bendix Mikkelsen, ið er venjari hjá Marienlyst í bestu donsku mansdeildini í flogbólti. 

 

Samrøðan var gjørd í SportBoxini á FM1 fríggjadagin. Í dag tapti Marienlyst á heimavølli 0-3 (21-25, 22-25 og 24-26) ímóti Gentofte, men Marienlyst hevur annars vunnið tveir teir fyrstu dystirnar í kappingini. Málið hjá Marienlyst er aftur at verða partur av oddastríðnum í donsku kappingini. 

 

Umframt at práta um donsku kappingina, og føroyingarnar sum eru partur av deildini skiftu Óli og Bárður eisini orð um komandi avbjóðingarnar hjá føroyska manslandsliðnum. Teir umrøddu eisini HM í mansflogbólti sum Póland vann í farnu viku.