Bárður komin fyri seg

Málverjin Bárður Johannesen hevur sitið úti stóran part av árinum við skaða. Áðrenn landskappingin fór í summarfrí byrjaði hann so smátt at venja aftur, og í dystinum móti ÍF stóð hann aftur millum stengurnar báðar og vardi reyð/svarta málið.

Bárður hevði eisini ein rættiliga avgerandi leiklut í dystinum í Fuglafirði.
Í staðin fyri at dysturin endaði 3-1 til HB, kundi hann eins væl endað við javnleiki 2-2. Minuttin fyri, at HB skoraði trúu teir allar flestu fuglfirðingarnir, at heilfluktarin frá Hanus Eliasen sat uppi í málhorninum, men áðrenn bólturin kom so langt, hevði Bárður verið og vart fyri frágera góða skotinum við eini framúrskarandi bjarging.
Við tí prógvaði hann ikki bara, hví hann so oftani hevur verið inni í landsliðshitanum, men eisini, at hann nú er komin fyri seg eftir skaðan.
- Jú, tað er deiligt at vera aftur, og eg meti eisini, at eg eri rímiliga væl fyri, viðgekk HB-málverjin eftir dystin.
- Vit settu okkum fyri at vit skuldu hava trý stig burtur úr dystinum, og tað skuldu vit fáa við at spæla okkara spæl. Tað riggaði so seinasta hálva tíman, og tað eru vit glaðir fyri, sigur Bárður Johannesen.
Hvussu síggja tit so upp á dystin leygdardagin móti EB/Streymi?
- Tað taka vit sum eina stóra uppgávu. Teir eru sera vælkoyrandi, men vit fara eftir sigrinum og tað fer at krevja nógv av okkum, men í síðsta enda er tað ikki verri enn so, at vit bara skulu halda tætt og skora eitt mál, og tað fara vit at royna at gera við at spæla okkara spæl, segði Bárður Johannesen eftir sigurin í Fuglafirði í gjár.