Bárður: Fyrri hálvleikur drap okkum

(Rás2) Hoyr roynda miðvallarin hjá AB, Bárður Olsen seta orð á 0-2 tapið ímóti Skála

Aftaná tveir javnleikir fór AB í dag av vøllinum við ongari úrtøku, tá liðið tapti 0-2 ímóti Skála á heimavølli úti í Vika á Argjum.

 

Skála fekk bæði málini í fyrra hálvleiki, og bant síðani um í seinna hálvleiki.

 

- Fyrri hálvleikur drap okkum. Soleiðis setir royndi miðvallarin hjá AB, Bárður Olsen orð á 0-2 tapið ímóti Skála. Hann heldur, at AB royndi at spæla bólt, men hevði ikki í nóg nógvan mun eitt mótsvar til kompaktu verjuna hjá Skála.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Bárð Olsen aftaná dystin millum AB og Skála.

 

Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen á Rás2 av báðum málunum hjá Skála, og samrøðan Hilmar Jan gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein kunnu hoyrast HER