Bárður Højgaard er settur í starv sum samskipari fyri ítróttar- og mentanarøkið í Runavíkar kommunu.
Sum samskipari skal Bárður Højgaard skipa og skapa innihald í góðu kørmunum, sum ítóttar- og mentanarlívið hevur í Runavík. Í fyrstu atløgu fær samskiparin ábyrgdina fyri at leiða og skipa virksemið í Bylgjuni. Samskiparin hevur eisini ábyrd av at fáa til vega og skipa fyri tiltøkum í Løkshøll. Við tíðini kann væntast, at setti samskiparin fær allar kommunalu karmarnar á ítróttar- og mentanarøkinum undir sítt veingjabreiði.
Bárður Højgaard er cand. mag í upplivingarvinnu og BA í talgildari sniðgeving og kykmyndum og sjónvarpi. Hann býr í Lamba, er 30 ára gamal og giftur Kirstini, og eiga tey dóttrina Simonu. Bárður hevur starvast ymsar staðir síðani lokna útbúgving frá lærdum háskúla, og í seinastuni hevur hann verið virkandi leiðari á Kunningarstovuni í Saltangará.
Seks umsøkjarar vóru til starvið. Á býráðsfundi hin 30. juni samtykti býráðið at taka undir við tilmælunum frá samdum setanarbólki, mentanarnevndini og fíggjarnevndini um at seta Bárð Højgaard í starvið sum samskipari.