Bárður bjóðar Eliasi av

Eftir eitt ár á Skála er Bárður á Reynatrøð aftur í Sarpugerði

Tað var ætlanin, at Bárður á Reynatrøð í undanfarna kappingarári skuldi kappast við Elias Fagrá um plássið millum stólparnar á besta liðnum hjá Víkingi.

Men Bárður valdi at taka av tilboði frá Skála, har hann vardi málið í øllum 27 dystunum á tamb.

Skála flutti niður úr bestu deildini, og nú hava Víkingur og 20 ára gamli Bárður á Reynatrøð skrivað undir nýggjan sáttmála sum ber við sær, at Bárður verður starvsfelagi og kappingarneyti hjá Eliasi Fagrá, sum í farna kappingarári vardi málið hjá Víkingi í øllum dystunum á tamb.

Víkingur skrivar soleiðis ídag:

Bárður á Reynatrøð hevur skrivað ein 2 ára sáttmála við Víking.

Bárður hevur farna kappingarár verið útleigaður til Skála, har hann hevur vunnið sær fleiri royndir í Betri deildini. Umframt tað, hevur Bárður eisini verið við U21 landsliðnum, sum í ár hevur fingið fleiri góð úrslit.

Vit fegnast sjálvandi um at Bárður “vendir heim” og gleða okkum at síggja hann aftur í Víkingablusuni.