Marienlyst Odense Volley er aftur á steypatrónini í donskum flogbólti. Liðið lat seg fagna sunnudagin eftir sannførandi sigurin í steypafinaluni á Middelfart. Úrslitið var 3-0, og settúrslitini vóri 25-13, 25-17 og 25-21.
Bárður Bendix Mikkelsen hevur tískil vunnið fyrsta gullheiðursmerki sum hjálparvenjari hjá Marienlyst. Hann tók við starvinum undan kappingarbyrjan.
Bárður Bendix Mikkelsen gavst sum spælari í 2009. Hann hevur áður spælt við Marienlyst, tá felagið flutti upp í bestu donsku deildina í 2001. Eftir nøkur ár í Holte, skifti hann aftur til Marienlyst í 2008. Hann setti eitt perfekt punktum sum elituspælari, tí hann vann trý gullmerki við felagnum tað kappingarárinum.
Nú hevur hann vunnið fyrsta gullmerki sum venjari.