Tað fáa teir, tí tá Heðin Mortensen tekur við sum borgarstjóri í Havn á nýggjárinum, fer hann samstundis at leggja tingsessin frá sær.
– Ja tað geri eg. Eg havi sagt alla tíðina, at eg taki býráðsarbeiðið í Havn fram um løgtingsarbeiðið, so verði eg borgarstjóri í Havn, so leggi eg tingsessin frá mær, áttar Heðin Mortensen í morgun.
Eyðgunn Samuelsen hevur royndir á tingi. Hon hevði sæti sum varafólk valskeiðið frá 2008 – 2011. Í 2011 varð hon vald á ting og aftur í 2015. Men á valinum í fjør var hon tvær atkvøður ov stutt at fáa sæti.
Verður Heðin Mortensen valdur til borgarstjóra, sum alt bendir á, so fær hon aftur sæti á ting – í øllum førum so leingi, sum Heðin Mortensen situr sum borgarstjóri.
Tá Heðin Mortensen er farin úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, og Eyðunn Samuelsen tikið sæti, verður nýggi býráðslimurin hjá Javnaðarflokkinum í Havn, Kristianna Winther Poulsen, fyrsta varafólk hjá Javnaðarflokkinum á tingi.