Býráðslimir á Tvøroyri fáa bót fríggjadagin

Hevur Tvøroyrar býráð ikki aktað harraboð úr landsstýrinum í seinasta lagi fríggjadagin, fær hvør einstakur býráðslimur eina bót um dagin, til teir hava makkað rætt

Fríggjadagin fellur hamarin yvir býráðslimirnir á Tvøroyri.

Tað hava teir fingið greið boð um úr innlendismálaráðnum hjá landsstýrinum.

Hava býráðslimirnir á Tvøroyri ikki aktað harraboð úr landsstýrinum í seinasta lagi fríggjadagin, fer innlendismálaráðið at áleggja teimum tvingsilsbøtur.

Tað merkir, at hvør einasti býráðslimir fær eina bót um dagin, til teir hava gjørt, sum landsstýrið hevur kravt.

Men býráðslimir á Tvøroyri ætla ikki at makka rætt.

- Hetta er eitt ógvuliga prinsipielt mál fyri okkum og tí ætla vit ikki at slaka, so mugu teir heldur senda pantifútan eftir okkum, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.


Nokta at fylgja harraboð

Tað er ósemja um havnargjald hjá Smyrli á Trongisvágsfirði, sum ósemjan snýr seg um.

Landsstýrið heldur ikki, at Smyril skal betala havnargjald á Trongisvágsfirði, tí tað er landið, sum hevur bygt og goldið samferðsluhavnina á Krambatanga.

Tvøroyrar Býráð sigur, at øll skip skulu betala havnargjald, hvørja ferð tey koma inn á fjørðin. Hinvegin hevur Tvøroyrar Býráð hvørki kravt brúgvagjald frá Smyrli fyri at leggja at bryggjuni, ella vørugjald fyri at lossa og lasta við bryggjuna.

Samstundis hevur býráðið skrivað havnargjaldið upp sum inntøka á roknskapinum fyri Tvøroyrar Havn.

Higartil hevur innlendismálaráðið góðkent roknskapin hóast havnargjald frá Smyril stendur á sum inntøka.

Men nú er tað fíggjarmálaráðið, sum skal góðkenna roknskapin og tað vil ráðið ikki gera.

Ráðið vísir á, at ósemja er um inntøkuna og tí er hon óviss og sostatt kann hon ikki standa á roknskapinum.

Fíggjarmálaráðið kravdi tískil, at inntøkan varð tikin burtur úr roknskapinum, áðrenn kommunan sendi hann inn til góðkenningar. Men tað hevur Tvøroyrar Býráð noktað fyri.

Fíggjarmálaráðið gav sostatt býráðnum freist til 8. november at rætta roknskapin og varð tann freistin ikki hildin, fara býráðslimirnir á Tvøroyri at fáa tvingsilsbøtur.

Men Tvøroyrar Býráð noktar framvegis at lýða harraboð.

Og í gjár fingu allir býráðslimir bræv úr innlendismálaráðnum við boðum um, at er roknskapurin ikki rættaður í seinasta lagi fríggjadagin, fer innlendismálaráðið at senda hvørjum einstøkum býráðslimi hoyringsskriv um persónligar tvingsilsbøtur.

Innlendismálaráðið ger samstundis púra greitt, at Tvøroyrar Býráð hevur skyldu til at akta eina avgerð úr landsstýrinum - sjálvt um tað seinni vísir seg, at avgerðin er skeiv.


Bìða eftir avgerð

Tvøroyrar býráð hevur roynt at loyst málið við tríggjar tey seinastu landsstýrisfólkini, sum hava umsitið málsøkið.

Og nú um vikuskiftið varð so eisini fundur við Johan Dahl, sum nú umsitur málsøki.

- Johan Dahl varð kunnaður um støðuna og hann hevur lovað okkum eina skjóta avgerð, sigur Kristin Michelsen.

Hetta er eitt ógvuliga prinsipielt mál og kemur landsstýrismaðurin til ta niðurstøðu, at Smyril ikki eigur at rinda havnargjald, er ongin ivi um, at vit fara í rættin við málinum.

- Smyril er onki øðrvísi enn onnur skip og sleppur Smyril undan havnargjaldið fer tað at taka grundarlagið undan øllum havnum í Føroyum, tí so er tað heldur ikki neyðugt, at onnur skip betala havnargjald nakrastaðni, sigur borgarstjórin á Tvøroyri.

Kristin Michelsen sigur, at tískil fer Tvøroyrar Býráð ikki at taka eina nýggja avgerð í málinum, fyrrenn landsstýrismaðurin er komin til eina niðurstøðu.

- So mugu vit heldur fáa bót, leggur hann afturat.


Skjót avgerð

Tvøroyrar býráð heldur seg eiga yvir sjey milliónir til góðar hjá landskassanum fyri havnargjald hjá Smyrli og Johan Dahl, landsstýrismaður, ætlar at taka eina skjóta avgerð


Tað eru boðini hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum eftir fund við Tvøroyrar Býráð um vikuskiftið í sambandi við trætumálið um havnargjaldið hjá Smyrli, sum vit greiða frá aðrastaðni her á síðuni.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann hevur hoyrt sjónarmiðini hjá Tvøroyrar býráð og nú fer hann at taka málið upp í samgonguni.

- Eg fari at lodda dýpið politiskt í samgonguni og við løgfrøðiligu ráðgevingina fyri at vita, hvussu farast skal fram, sigur hann.

Hann vil ikki siga um hann heldur, at Smyril eigur at betala havnargjald ella ikki.

- Eg fari nú at kanna málið fyri at vita, hvat ber til at gera ella ikki, sigur hann.

Les eisini greinina: sjey milliónir í klemmu á Tvøroyri