Í gjár klokkan 18 hevði Fuglafjarðar Býrað býráðsfund á Hellunum. Fundurin varð hildin í bønhúsinum, og har vóru nøkur hellufólk til staðar og lýddu á. Sigurð Simonsen, borgarstjóri, var fundurleiðari. Á skránni vóru ymisk mál sum tildømis parkeringspláss, egningarmiðstøð og vegagerð.
Fyrsta málið á skránni var nýtt vatnreinsiverk á Hellunum, og hevði tað tí serligan áhuga fyri fólkið á Hellunum. Hinni málini høvdu øll við Fuglafjørð at gera. Fólkini á Hellunum høvdu kanska verið meira spent at hoyrt um okkurt mál, sum viðkom teirra bygd.
Fundurin varð hildin í hugnaligum trongum umhvørvi, og aftaná var kaffi. Veðrið á Hellunum var sera gott, og útsýni var sera flott í gjár. Hetta hóast, at tað var greytatjúkt í mjørka á Skálafjørðinum.
Hugskotið at hava fundin á Hellunum er helst ein liður í, at býráðið skal koma bygdini nærri, og at vaksa um undirtøkuna á Hellunum. Tað er eingin loyn, at summi hellufólk hava verið ónøgd við arbeiði hjá Fuglafjarðar Kommunu, og nú Runavíkar Kommuna stendur í stórum vøkstri, byrja tey í Fuglafirði kanska at merkja trýstið.
Undirtøkan fyri fundinum millum hellufólk var stór til henda søguliga fundin. Helst verður tað ikki síðstu ferð, at Fuglafjarðar Býráð hevur býráðsfund á Hellunum.









