Býráðs-imperialisma

  

Hanus Vang
?___________
1. partur

Í 1980 komu Hoyvík og Hvítanes uppí Tórshavnar Kommunu, og síðani eru vit undirløgd avgerðir býráðsins uppá gott og mest ilt.
Ongin fólkaatkvøða var um samanleggingina, hvørki her ella har. Teir arbeiða útfrá at demokrati er alt ov trupult og drúgvt. - Tá man hevur maktina.
Nú tjúgu og fýra ár seinni kann á mongum økjum sannast at vit vórðu "bóndafangaði" so dyggiligani.
Mafiur í Ruslandi og aðrastaðni kundu helst fingið væl av íblástri í Havn.

Sandvíkar
Ein av allar ljótastu gerðum teir fremja er at taka øki í Sandvíkum til skjótivøll. Ein skjótivøllur kann gerast næstan hvar sum helst, men tað eru bara einar Sandvíkar.
Tær eru eitt ótrúliga vakurt og deiligt pláss. Fyri fólk, fugl, seyð og komandi ættarlið.
Sigast skal at tær eru einasta lætt atkomuliga fjøruslætta pláss her á leið. Eitt guðs givið sálarbótarøki (ella rekreativt øki). Men tað røkkur meðalmeðviti í býráðnum ikki til at fata. Ei heldur hjá lands-býar-skipanarmyndugleikanum ella í yvirófriðingarnevndini.
Og óndskapurin toppar nú teir eisini fara at hegna fjøruna frá Sandvíkaryss-uni og næstan inn til Víkina Føgru, saman við slættan-um. Fyrndargamla rættin verður hegnað frá sum ein blindtarmur í skjótiøkinum.
Soleiðis verður fjøran totalfriðað fyri fólk, seyð og fugl. Hetta er álvarsligt brot á galdandi lógir, lunnindir og siðvenju, tí fjøran altíð hevur verið almenningur, har øll hava ávísan rætt.
Tá fer at liggja sera væl fyri at hegla alt til við blýggjhøglum og leir-dúgvuskørum.
Og ferðaleiðarar fara at kunna greiða fremmandafólki í bussunum frá hvussu væl vit í Tórshavnar Kommunu duga at røkja okkara fagrastu náttúru-virðir.
--------
Í summar komu ternurnar í stórum meingi aftur í Sandvíkar, eina mest tí vit við dyggari løgregluhjálp hava hildið ólógligu skjótingini burtur í níggju ár.
Men hvat fara ternurnar at gera tá skjótingin byrjar aftur?
Og Jan, Marius og Simmi halda seg helst vera klókari enn ternurnar. Halda seg í minsta lagið hava rætt til hvat sum helst, fram um allar aðrar verur.
Men tá teir sleppa hetta, so mugu teirra avvarðandi myndugleikar vera eins sørir fyri klókskap og meðvit.
- framhald.