Býráðið tekur ikki borgaran í álvara

- Tað er eitt paradox, at Tórshavnar Býráð nú skal taka park­er­ings­pláss frá teimum handl­andi í mið­bý­num, fyri at borg­ar­stjór­in skal sleppa frá at ganga í 45 sekund niðan úr garasjuni í Tórsgøtu

PARKERING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo


- Hatta má vera skemt, hatta ber ikki til. Álvaratos, eg haldi ikki, at borgastjórin tek­ur borgararnar í álvara.
T­að heldur Tummas Han­us Dam, handilsmaður í mið­bý­num í Havn, tá vit spyrja hann, hvat hann held­ur um upp­kostið hjá Heðini Mort­en­sen, borgarstjóra, um at sleppa undan tíð­ar­av­mark á par­ker­ingsplássinum á Vagl­inum.
Tummas Hanus Dam held­ur ikki, at miðbýurin og hand­ils­lívið í miðbýnum hev­ur nakr­an góðan í Tórs­havn­ar Bý­ráð.
- Tað er gott, at vit fingu nýggja parkeringsplássið í Jó­­ann­­esar Patursonargøtu. Tað var tiltrongt, men tað hjálp­ir kort­ini ikki upp á støð­una hjá teim­um, sum skulu handla í mið­býnum, held­ur hjá teim­um, sum ar­beiða í miðbýnum, held­ur hann.
- Tað, sum vit hava brúl fyri er skjótt umsetilig park­er­ings­pláss, har tú kanst standa í 15 minuttir. Eg haldi ikki, at eg fari skeivur um eg sigi, at seinastu 10-15 árini eru ikki skapt fleiri enn eini 10 - 15 slík park­er­ings­pláss í mið­bý­num, so tá man nú skal fara at taka burt­ur av hesum til borg­ar­­stjór­an, fyri at hann skal sleppa undan at ganga í 45 sek­­und úr Tórsgøtu niðan á Vag­l­ið, tá haldi eg ikki, at man tekur borgaran í álvara, sig­ur hann.
Tummas Hanus Dam vís­ir á, at tey, sum keypa, ofta handla skjótt. Tey vilja park­era beint uttanfyri fyri síð­ani at loypa inn og keypa tað, sum keypast skal.
- Skalt tú hava eitt smá­ting í einum handli í mið­bý­num, so parkerar tú ikki á Skál­a­trøð og gongur aftur og fram, tað er bara so, sig­ur hann.