Býráðið heiðrar svimjarum

Klaksvikar býráð skipaði í dag fyri móttøkuni fyri Kristu Mørkøre og Símun Petur Zachariasen, har hópin av fólki møtti at heiðra hesum kappum innan svimjing.

Símun Petur bleiv sum kunnugt kosin ársins svimjari hjá ÍSB til stóru FM kappingina, sum var í Havn fyri páskir, og Krista Mørkøre hevur fingið framúr góð úrslit, tá hon luttók í eini svimjikapping í Íslandi, eisini fyri párkir, har hon gjørdist fimm ferðir íslendslur meistari.

Bæði Símun Petur og Krista búgva í Klaksvík, har Símun Petur gongur til svimjing hjá Klaksvíkar Kvøld- og Ungdómsskúla og Krista venur við svimjifelagnum Ægir.

Móttøkan var Í Býráðshøllini kl. 17.00.

Jógvan Skorheim, formaður í Mentanarnevndini og varaborgarstjóri helt røðu fyri hetjunum og handaði teimum blómutyssi og gávur.

Sonni Djurhuus, limur í nevndini hjá ÍSB helt eisini røðu, har hann takkaði kommununi og feløgunum fyri teirra íkast í umstøður og arbeiði fyri góðu úrslitini, og handaði Kristu og Símun Petur blómur.

Síðani helt Torkil Mørkøre, pápi Kristu, eina røðu og takkaði hesum úrmælinunum fyri ágrýtni, treiskni og eldhuga at halda fram, hóast skerdan førleika. Tit vísa eisini øðrum á leið, helt hann fyri.

Dan Hjelm, formaður í Ægir helt síðani røðu, og takkaði Kristu og Simun Petur fyri at ganga undan og vísa veg. Hann handaði eisini gávur til hesar røsku svimjararnar.

Orð & mynd: Dávur Winther