Býráðið fremur grovan ”hjálandapolitikk” móti Kaldbak

Um nátturuoyðingina á Sundi og í Sundsá 10

Vit hava mangan hoyrt, at ”danir ikki virða føroysku tjóðina”. At ”danir reka ein hjálandapolitikk móti føroysku tjóðini”. ”Hetta er onki annað enn grovur hjálandapolitikkur”, hevur onkur sagt meira enn einaferð. Og vit minnast øll ta eyðmýking, sum danska Nyrup-stjórnin framdi móti okkum í 1990-unum. Tann stóri knúskar tann lítla. ”Danir vreingja, lirka og lumpa, ljóðaði ein kend rødd upp í saman…”

 

Danir hava hildið seg til lógir ella sáttmálar. Men danir hava tulkað ymisk viðurskifti landanna millum øðrvísi enn føroyingar. Og somu betongtulking  brúka danir, nú landsstýrið arbeiðir við stjórnarskipanini.

 

Í meirilutanum í býráðnum sita Tjóðvedi, Fólkaflokkurin og Framsókn. Serliga Tjóðveldi hevur brúkt herrópini omanfyri. Ikki einaferð, men upp í saman.

 

Nú hava vit eina paralella støðu. Framferðin hjá býráðnum er meinlík støðuni millum danir og føroyingar. Býráðið virðir ikki støðuna hjá fólkinum í Kaldbak. Vit føla, at tann stóri knúskar tann minna. Vit eru fyri eini eyðmýking. Býráðsmeirilutin skjúgvaði til viks ynskið og mótmælið hjá nærum eini heilari bygd.

 

Býráðið fremur størstu náttúruoyðingina í Suðurstreymoy í hesi øldini framman fyri eygunum á okkum. Hon ger seg inn á ein sera vakran og stórslignan fjørð. Og kommunan fremur hesa óbótagerð, uttan at vita, hvat vinnuøkið skal brúkast til.

 

Tað skal bara gerast. Hóast bæði verkfrøðingar, entreprenørar og onnur við fakligum skili áhesum øki skýra grundgevingar og ætlanina hjá kommununi fyri at vera óumhugsaðar og burturvið!

 

Munur er tó millum danir og býráðið. Býráðið fremur hetta øðiliga inntrivið móti okkum uttan at halda Kommunuskipanina fyri Tórshavnar Kommunu um Kaldbaksnevndina. Uttan at halda samanleggingarsáttmálan. Og uttan at halda landsstýriskunngerðina um at leggja Kaldsbaks og Tórshavnar kommunu saman. Hetta er bart út brot á rættarviðurskiftini hjá fólkinum í gomlu Kaldbaks kommunu.

 

Og hvør fremur henda ágang í verki?

 

Er tað ikki júst tey, sum ferð eftir ferð hava rópt upp tann órætt, sum føroyingum ofta hevur verið fyri?

 

Kunnu tit ímynda tykkum, hvørja kenslu, vit hava, nú tit fremja ein ágang ímóti okkum við at leggja eitt vinnuøki, sum er fimm fótboltsvallir í longd fram við allari sjóvarstrondini og longdin á einum heilum vøll út á fjørðin. Og vit, sum ikki høvdu ”ráð at oyðsla við sjóvarstrond…” (Marin Katrina Frýdal, í in.fo í november 2014).

 

Tórshavnar býráð ”lirkaði og lumpaði” hetta mál ígjøgnum í november 2016. Svarti november. Meirilutin gjørdi tann 2. mars 2017 sjálvan mønustingin. Loksins undirskrivaði nývaldi borgarstjórin undir sáttmálan at taka ímóti grótinum og leggja tað á Sundi tann 27. apríl.

 

Hetta er ikki ”at byggja land”, sum fleiri politikkarar brúka sum ávarp. Hetta er afturímóti ”grovur hjálandapolitikkur”, sagt í myndamáli, tá tann stóri (danir)  knúskar tann minna (føroyingar).

 

Málið um ”vinnuøkið” á Sundi aftur eitt talandi dømi um, at vit liva ikki í einum rættarsamfelag.

 

Grát mítt elskaða land!

 

 

Í Niðaru Soylugørðum í Kaldbak tann 11. juni 2017

Jóhann Mortensen