Býráð brýtur viðtøkur og reglur

Minnilutin í býráðnum í Fuglafirði hevur sent innlendismálaráðnum kæru um borgarstjóran. Minnilutin vil vera við, at borgarstjórin brýtur kommunalar viðtøkur og reglur, og minnilutin sýtir fyri at taka sæti í føstu nevndunum í býráðnum.

Breið samgonga var í kommunustýrinum, men Signar á Búnni, sum er í minnilutanum, sigur við Útvarpið, at samgongan alla tíðina hevur verið eitt spæl fyri gallarínum.

-Tann breiða samgongan hevur bara verið eitt eiti. Veruleikin er, at í hesum kommunustýrinum hevur minniluti og meiriluti verið frá fyrsta degi, sigur Signar á Brúnni.