Bónus og sjokolátaoyggin føroyameistarar

Ein dreymaoyggj, eitt hús fult innan av sjokolátu og ein súkkla úr træi saman við silkifløggum. Við nóg nógvum hugflogi ber alt til, prógvaðu teir tríggir vinnarnir av fyrstu føroyameistarakappingini í handilsframsýningum


Tað hevur ikki skortað uppá hugflog, nú handlar kring alt landið seinastu vikurnar hava dystast í FM kappingini um mest kreativu handilsframsýningina, sum Kjølbro Heilsøla í Klaksvík hevur skipað fyri.
Mikudagin fóru teir tríggir dómarnir, Edvard Fuglø, listamaður, Jákup Mikkelsen og Erling Fles, fótbóltsleikarar, so undir at meta um kreativa hugflogið, heildarmyndina, hvussu gjøgnumført hugskotið var, og hvussu væl tað fangaði eygað á kundanum. Tað var ikki nøkur løtt uppgáva hjá dómsnevndini at velja ímillum tey nógvu hugskotini, sum vóru komin inn. Men onkur má  vinna, og nummar eitt gjørdist Bónus í Klaksvík, meðan 2. og 3. pláss fóru til ávikavist Statoil í Leirvík og Miðberg Bakarí í Saltangará
Dreymaoyggin
Tordis Rausner er kvinnan aftanfyri hugskotið, sum fór avstað við FM heitinum. Tordis sigur, at tey fyrst hugsaðu um at gera okkurt páskaligt burturúr sjokolátaposunum, men hon helt ikki, at litirnir vóru teir røttu.
- Tá vit høvdu droppað tað páskaliga, var hugskotið til eina sjokolátaoygg har beinanvegin. Ímynda tær, at stranda einsamøll á eini oyggj, full av alskyns sjokolátu, flennir Tordis sum eisni fekk íblástur til dreymaoynna frá eksotisku oynni á Bounty posunum. Men tað vóru serliga litirnir, tey høvdu at velja ímillum, sum hon helt riggaðu væl til eina sovorðna oyggj.
So tá deildarleiðarin var liðugur at byggja stativið, fóru Tordis og hini starvsfólkini í Bónus undir at leggja blá/hvítu Bountyposarnar í botnin sum sjógv, brúnu Mars og Twix posarnir vórðu brúktir til bulin á pálmanum, meðan gulllittu Twixposarnir gjørdust pálmabløð.
- Tað hevur verið fínasta slag at sleppa at gera okkurt heilt øðrvísi, enn tað vanliga, so vit gleða okkum til kappingina næsta ár. Tað verður spennandi at síggja, hvat tilfar, vit tá fáa at arbeiða við, men vit skulu nokk finna uppá okkurt ? bíða bara, sigur Tordis avgjørd.
Eitt hús og ein súkkla
Við einum vøkrum húsi fullum innan av sjokolátu tryggjaði Statoil í Leirvík sær 2. plássið í kappingini. Tað var sjálv leiðarin, Eyðvør Vatnhamar, sum átti endaliga hugskotið. Fyrst skeyt onkur upp at tey gjørdu ein kassabil, men tað gjørdist eitt sindur ov roksut, og hevði heldur ikki røttu hæddina, vildi onkur vera við. Tá huskotið til húsið endaliga varð samtykt, varð familjan hjá leiðarnum tikin við uppá ráð. 83 ára gamli pápi Eyðvør fekk til uppgávu at smíða húsið, meðan dótturin slapp at málað. Og so var bara eftir at fylla húsið við sjokolátu ? eitt slag í hvørt vindeyga, sum kundarnir kunnu stinga hondina inn ígjøgnum, eisini børnini, sum lættliga røkka kjallaravindeyguni.
Í Miðberg Bakarí í Saltangará var tað Anna Hansen, krambakvinna, sum setti sær fyri at royna seg við hugskotinum, sum tryggjaði bakarínum 3. plássið í kappingini. Anna dámar sera væl at fáast við at ymiskt kreativt og hevur eisini tikið okkurt skeiðið í dekoratión. Hon kom skjótt í tankar um eina træsúkklu, hon átti heima, sum hon helt hóskaði væl til at geva framsýningini ein náttúrukendan dám. Súkklan varð sett í vindeyga, og uppi yvir hanga skelti í ymsum litum, sum Anna hevur seymað úr silki og skipað, so litirnir geva røttu dýbdina og eina harmoniska heildarmynd.
- Her er ikki so nógv pláss inni, so vit vóru noydd at brúka vindeyga. Har mátti heldur ikki vera ov nógv fjas uppi í, tí hetta er jú beint við bakaravørurnar, so vit valdu at leggja okkum eftir tí listarliga, heldur enn at skapa okkurt stórt og flott, sigur dáman aftanfyri hugskotið hjá Miðberg
Allir vinnarnir fingu steyp til ognar umframt ein gávukekk til eina starvsfólkaveitslu.