Bónus og H71 hava undirskrivað stuðulsavtalu, sum ger Bónus til høvuðsstuðul hjá hondbóltsfelagnum í Hoyvík komandi kappingarár. Avtalan er galdandi í 2 ár.
H71 kom í FM finaluna eftir tógvið við vestmenningar. Í finaluna megnaðu teir eisini at spæla javnt móti stórfavorittunum úr KÍF í fyrsta dystinum, men klárður ikki at standa ímóti í seinna dystinum í Kollafirði.
H71 hevur eisini frammanundan kunngjørt at, at Petur Mittún heldur fram sum venjari komandi kappingarár.
(Mynd) Sunneva Jakobsen, forkvinna í H71, og Niels Mortensen, stjóri í SMS, sum eigur Bónus-handlarnar. H71 spælararnir eru Bogi G. Davidsen(t.v) og Hallur Biskopstø