Bøndur á Norðurlandinum í Íslandi, sum mistu seyð í stórkavanum í síðstu viku, fáa eldurgjald úr ríkiskassanum. Tað upplýsti vinnumálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, í Altinginum í dag.
Ráðharrin vísti á, at bøndur á Suðurlandinum fingu endurgjald frá tí almenna í sambandi við eldgosini í Eyjafjallajøkli og Grímsvøtnum, og at stjórnin hevur longu samtykt at hjálpa teimum, sum mistu seyð í stórkavanum.
Í tí serliga endurgjaldsgrunninum eru millum 25 og 30 milliónir íslendskar krónur, og er tað ikki nóg mikið til at endurrinda bøndrunum fyri mistan seyð í stórkavanum, má stjórnin játta meiri pengar, segði Steingrímur J. Sigfússon.