Bøndur slappa nú av við ullina - fyri pengar

Bøndur fáa 15 krónur fyri góða ull og tvær krónur fyri vánaliga ull, og onki fyri ull við skræpu, máling, ella mosa, í

Nú sleppa føroyskir bøndur aftur av við ullina - fyri pengar.

 

Nú eina tíð hava tey á Búnaðarstovuni arbeitt við eini skipan, har tey taka ímót ull og nú er skipanin veruleiki.

 

Sostatt fara tey nú at taka ímóti ull á Búnaðarstovuni í Kollafirði, og næsta mikudag er fyrsti dagurin, ullarmóttøkan er opin, og síðani er opið mikudag, hósdag, fríggjadag og leygardag. Tó er stongt í ólavsøkuvikuni, tað er frá mikudegnum 27. juli til leygardagin 30. juli.

 

Búnaðarstovan sigur á heimasíðuni, at ullin verður vrakað og avroknað á staðnum.

Men tað verða eisini sett krøv til ullina fyri at fáa tann besta prísin. Sostatt skal ullin vera turr, rein og nosslig og stungin í reinar posar.

 

Hinvegin verður ikki tikið ímóti ull við skræpu ella við máling í. Tað verður heldur ikki tikið ímóti vátari ull, ella ull við ov nógvum mosa, bosi ella eyri í. Somuleiðis verður heldur ikki tikið ímóti pesjum, ella ímóti ull við bótum uppi í, tráði ella øðrum, uppií.

 

Annars verður ullin flokkað í tvey, har tøvd ull, hálsull og búkull verður vrakað í annan flokk. Fyri slíka ull lata tey tvær krónur fyri kilo, og tá er mvg við. Er tann, sum kemur við ullini, ikki mvg skrásettur, fær hann sostatt 1,60 krónur fyri kilo.

 

Fyri fyrstafloks ull fáa bøndur 15 krónur fyri kilo, við mvg, men er bóndin ikki mvg skrásettur, fær viðkomandi 12 krónur fyri kilo.

 

Annars sigur Búnaðarstovan, at tey hava gjørt avtalu við sølustøðini hjá MBM kring landið um at tey selja posar, sum góðir at stinga ull í, men tað er ikki ein treyt, at akkurát hesir posarnir skulu brúkast, sigur Búnaðarstovan.