Einasti vegurin fram, er at vit verja okkara egnu landbúnaðarframleiðslu. Tað sigur Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, umframt at vera løgtingsmaður, er hann esini bóndi.
Men hann heldur, at nú ein nýggj handilsavtala er við at verða gjørd við ES, fer tað at taka grundarlagið undan bøndrunum kring landið.
Eftir nýggju ætlanini, skulu bøndur í ES nevniliga sleppa at flyta 80 tons av seyðakjøti til Føroya, tollfrítt.
Tað svarar til gott og væl 5.000 krov, heldur tingmaðurin fyri Sandoynna.
Og nú vil hann hava at vita, hvussu Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum ætlar at veita bøndrum í Føroyum endurgjald fyri tann fíggjarliga missin, teir fáa av hesum.
– Hóast landbúnaðurin í Føroyum hevur avmarkaðan landsbúskaparligan týdning, hevur hann stóran týdning fyri búsetingina í útjaðaranum. Samstundis hevur hann eisini sera stóran mentanarligan týdning fyri føroysku fólkasálina, og fyri samleika okkara sum tjóð, sigur Brandur Sandoy.
Men ímeðan vit noyðast at gjalda toll av fiskavørum okkara, ið vit útflyta á marknaðin í ES, er føroyski marknaðurin víðopin fyri landbúnaðarvørum úr ES - við nøkrum fáum undantøkum, sigur hann.
– Sleppur stórkapitalurin at hóreiggja sær, sum hann vil, er tað skjótt er at bróta tað føroyska niður, tí landøki okkara er so avmarkað.
– Eisini vita vit, at ES hópframleiðir seyðakjøt við stuðulsskipanum og onkuntíð hevur framleiðslan verið so stór, at avlopið á goymslum er brent.
– Tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til hjá smáum londum at kappast undir slíkum umstøðum, og tí er einasti vegurin fram at verja okkara egnu framleiðslu, sigur hann.
Hann sigur, at avleiðingin av ætlaðu broytingunum, er, at prísurin á seyðakjøti lækkar, og harvið missa føroyskir bøndur pengar.
Og tí skal Jenis av Rana nú greiða frá, hvussu hann ætlar at rinda bøndrunum endurgjald fyri tann fíggjarlia missin.











